Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

FSF: Talan er um ein venjari við meira enn 30 ára royndum á hægsta stigi, ið vitjar FSF og føroyskan fótbólt í september mánað.

Fríggjadagin 9. september frá klokkan 09:00 til 16:00 verður tað nevniliga sviin, Erik Hamrén, ið kemur til Føroyar at hava impulsskeið. Skeiðið verður í FSF-húsinum, og høvuðsevnini vera “Leiðsla” og “Taktisk venjing”.

Í sjey ár var Erik Hamrén venjari hjá svenska manslandsliðnum, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Og higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari. Harafturat hevur Erik Hamrén eisini havt evstu ábyrgd av íslendska landsliðnum í tvey ár, frá 2018 til 2020.

Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB.

Impulsskeiðið við Erik Hamrén er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum. Harafturat vera luttakararnir á A-venjaraútbúgvingini eisini við á skeiðnum.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 29. august. Kostnaðurin fyri at luttaka er 800 kr.

Nærri kunning um skeiðið fæst við at venda sær til Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya, tel. 29 19 64 ella umvegis teldupost, psc@football.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo