Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stýrisfundurin tann 9. juni bleiv tann síðsti við Elini Winther Poulsen sum forkvinnu í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.

“Eg takki fyri álitið og havi verið glað um ta stóru og áhugaverdu avbjóðing, tað er at standa á odda fyri einum so týdningarmiklum stovni hesi árini”, sigur hon í eini viðmerking.

Tó harmast hon um, at tað ikki hevur eydnast at koma á mál á tveimum týdningarmiklum økjum:

”Enn er ongin nýggjur public service-sáttmáli undirskrivaður við Mentamálaráðið. Harafturat hevur tað ikki eydnast okkum at framtíðartryggja Kringvarpið við prístalsjavning av kringvarpsgjaldinum. Í roynd og veru merkir tað, at Kringvarpið verður niðurlagað, so hvørt lønir og prísir hækka. Nógv er tó, sum bendir á, at hesi bæði stórmál verða avgreidd í heyst”, sigur hon.

Aftur til journalistikkin
Elin hevur drúgvar royndir í journalistikki. Hon var í starvi í Kringvarpinum frá 2002 til 2012 og var eisini eitt skifti á Rás 2 hetta tíðarskeiðið. Seinastu árini hevur hon starvast í Almannamálaráðnum. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur lisið journalistikk á UCLA í Los Angeles.

Kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, handaði fráfarandi stýrisforkvinnuni eitt blómutyssi og takkaði henni fyri gott samstarv hesi árini. Samstundis kundi hann bjóða henni vælkomnari í nýggja starvið.

Elin Winther Poulsen hevur verið forkvinna í kringvarpsstýrinum síðani 1. januar 2019. Í stýrinum sita annars Katrin Petersen, sum er næstforkvinna, Gunvá við Keldu, Theodor Eli Dam Olsen, Jóhan Petersen, Ragnar Joensen og Carsten M. Arnskov, sum er starvsfólkaumboð. Elin Winther Poulsen og Ragnar Joensen vórðu tilnevnd av undanfarnu landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam. Hinir limirnir eru tilnevndir av stóru flokkunum í Løgtinginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo