Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Umhvørvissrovan: Fakliga vitanin í almennu fyrisitingini í Føroyum kann eisini brúkast til at gera skúlabøkur. Tað varð niðurstøðan eftir ein kunnandi fund í gjár millum Umhvørvisstovuna og NÁM.

Alt ov lítið undirvísingartilfar verður framleitt á føroyskum, og hetta roynir NÁM at gera nakað við. Tey hava útskrivað eina kapping um skúlabókahandrit og hetta hevur vakt ans útum skúlaverkið. Á Umhvørvisstovuni eru nógv ymisk fakøki, har starvsfólkið liggur inni við stórari fakligari vitan. Tí var tað upplagt at bjóða NÁM á vitjan fyri at frætta meira um, hvørt møguligt er at bera nakað av fakligu vitanini á stovninum víðari til samfelagið ígjøgnum framleiðslu av undirvísingartilfari.

Størsta misskiljingin er, at tað krevur so stóra orku at framleiða undirvísingartilfar, at tað ikki kann sameinast við eitt fulltíðarstarv. Ein onnur misskiljing er, at høvundurin skal avlevera tilfar, sum er heilt liðugt. Fyri starvsfólkum á Umhvørvisstovuni gjørdi fundurin greitt, at sjálvandi krevur tað nakað at framleiða tilfar, men uppgávan er langtífrá ómøgulig. NÁM hevur eisini eitt vælskipað útgávuapparat, sum samstarvar við høvundarnar á tann hátt, at tað ikki snýr seg um at avlevara liðug handrit. Í staðin skal framleiðslan av handritunum fatast sum ein tilgongd ímillum høvundan og ritstjórnina.

Niðurstøðan á fundinum gjørdist, at tað er væl møguligt hjá almennum stovnum at fremja vitanardeiling ígjøgnum framleiðslu av undirvísingartilfari. Avbjóðingin er, at relevantu starvsfólkini fáa ta neyðugu tíðina og møguleikarnar, til at vera við í slíkum arbeiði.

Leinki til handritakappingina hjá NÁM: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo