At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í ST býnum saman við Camilla Bruchner, leiðara fyri UNDP (ST menningardeildin) í norðanlondum, og við eini mynd av ST aðalskrivaranum Antonio Guiterres í miðjuni.

Høvini eru millum virðismiklastu tilfeingið mannaættin hevur at byggja á. Tey stýra veðrinum, skapa veðurløgini, reinsa luftina, hjálpa til at føða mannaættina, og skapa lívsgrundarlag fyri milliónir av fólkum - kortini bumbardera vit høvini við dálkandi evnum hvønn dag og hvørja løtu.

Mær dámdi væl fráboðanina um, at føroyingar skulu gerast partur av hjálpini, sum veitt verður úti í heimi. Vit kunnu fylgja gongdini neyvari á hendan á hátt, og vit kunnu menna okkara førleikar at virka í samstørvum í øðrum londum.

Samstarvið við Reyða Kross og Bláa Kross um at veita neyðhjálp er skilagott, men vónandi verður ikki leingi, fyrr enn vit kunnu virka saman við stovnum undir ST um annað menningarsamstarv eisini, hóast danska uttanríkisráðið setti seg ímóti tí.

Nøkur tílík samstørv verða samskipað í ST-býnum í Norðhavnini í Keypmannahavn. Har varð eg væl móttikin, tá eg herfyri vitjaði ovastan fyri ST menningardeildina í norðanlondum Camillu Bruchner. Hon greiddi frá samstørvum, sum ST hevði við ymiskar samstarvsfelagar, og segði, at tey í UNDP vóru sera opin fyri samstørvum við føroyskar myndugleikar, felagsskapir og fyritøkur.

Heimsmálini hjá ST leggja upp til, at lond, sum hava serligar førleikar, taka á seg at oysa av síni vitan í londum, sum ikki eru komin so langt á leið. Vit kunnu t.d. hjálpa oyggja- og strandalondum, sum ikki eru so frammalaga innan fiskivinnu, at umsita, veiða og framleiða havsins tilfeingi burðardygt.

Munnarnir eru nógvir at metta, men nógvastaðni trároyna verksmiðjutrolarar úr fjarskotnum londum fiskileiðirnar og fara við tí mesta, sum kundi komið hesum londum til høldar – bæði til matna hjá heimafólkinum og til útflutnings.

Um Danmark ikki er so hugað fyri føroyskari luttøku í menningarsamstørvum, so er upplagt at taka upp samband við Norra, sum leggur nógv fyri á økinum kring heimin.

Okkum verður tað til sóma at taka lut í tílíkum menningararbeiði, sum eisini fer at førleikamenna okkara fólk og fyritøkur.

Og sjálvsagt verður tað Føroyum til gagns at byggja upp góð sambond við onnur lond, hóast tey eru fjarskotin og nógv øðrvísi skipað enn vit.

Magni Arge, løgtingsmaður

Høvini eru millum virðismiklastu tilfeingið mannaættin hevur at byggja á. Tey stýra veðrinum, skapa veðurløgini, reinsa luftina, hjálpa til at føða mannaættina, og skapa lívsgrundarlag fyri milliónir av fólkum - kortini bumbardera vit høvini við dálkandi evnum hvønn dag og hvørja løtu.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo