Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

VP spurdi formannin í Føroyskum Miðlafólkum, Jón Brian Hvidtfeldt, hvør hansara viðmerking var til atburðin hjá Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Rebekku Manuelu Behrens í at gera research fyri Dimmu og Sosialin?

Spurt var, tí Jón Brian Hvidtfeldt var skjótur úti við eini niðurstøðu um, at fyrrverandi kringvarpsstjórin var klossutur í teldupostmálinum.

Og nú er so svar komið frá Jón Brian Hvidtfeldt, har hann fyrst vísur á, at fyrispurningurin var sendur seint, og at hann fyrst nú hevur havt stundir at svara.

- Eg havi onga viðmerkingar til tín ítøkiliga fyrispurning. Eg haldi ikki, at eg sum formaður í Føroyskum Miðlafólkum eri tann rætti at svara.

- Í fyrstu atløgu má hatta væl vera ein spurningur millum starvsfólk og leiðslu á stovninum.

- Yvirskipað vil eg tó nýta høvið at minna á, at øll hava rætt til at søkja um alment innlit.

- Orsøkirnar til innlitsumbønir kunnu vera mangar, men sum journalistur er altíð vert at seta sær spurningin, hví ein søkir innlit.

- Fyri journalistar er lógin um alment innlit eitt arbeiðsamboð, ið eins og onnur amboð skal handfarast við skili, sigur Jón Brian Hvidtfeldt í svarinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo