Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú spurnartekn er sett við heimildina hjá Løgtinginum at krevja Covid-19 kanningar av tingmonnum o.ø., sum koma í Løgtingið, skal verða greitt frá hesum.

Í § 16 í Stýrisskipanarlógini er ásett, at Løgtingið sjálvt ásetur tingskipan sína, sum inniheldur nærri reglur um málsgongd og skilhald. Við støði í hesari áseting hevur Løgtingið samtykt tingskipan sína, har tað í § 14 er ásett, at Formansskapurin er hitt hægra fyriskipaða stýrið í Løgtinginum, og at Formansskapurin viðger mál av grundregluligum og/ella stórum týdningi, m.a. hægri fyriskipaðar spurningar løgtingsarbeiðinum viðvíkjandi.

Eingin ivi kann vera um, at tað er Formansskapurin, sum tekur avgerð um, hvussu tingarbeiðið skal vera skipað.

Tað er hesa heimild, ið Formansskapurin nýtir, tá avgerð er tikin um, at tingmenn, landsstýrismenn, floksskrivarar og umsitingin skulu lata seg kanna fyri Covid-19 fyri at kunna koma í Løgtingið í hesum døgum.

Hetta snýr seg ikki einans um at verja fyri, at smitta kemur inn í tingið og leggur tingarbeiðið lamið, men eisini um at fáa staðfest smittuna, um so skuldi verið.

Tí aftaná at hava savnast her, fara fólk út aftur í hvør sítt heraðshorn í landinum og kunnu tí gera óbótaligan skaða, um smitta skuldi verið spjadd hiðani.

Formansskapurin heldur tí, at hesar kanningar eru neyðugar, tá ið hugsað verður um tann vanda, sum kann standast, um einki verður gjørt.

Hvørt fólk velja at lata seg kanna, er upp til tey sjálvi at gera av, men sum støðan er í løtuni, má tað vera ein treyt fyri at møta her í Løgtinginum.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo