Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stóri føroyski KT veitarin Formula hevði eitt gott ár í fjør. Formula økti bruttovinningin við yvir 12 mió kr og megnaði at fáa 7 teirra niður á botnlinjuna. Úrslitið eftir skatt endaði á stívliga 17 mió kr sum er nærum 7 mió betri enn árið fyri.

Avkastið av eginognini var heili 53%.

Hetta er metgott ár hjá Formula, og í ársfrágreiðingini fegnast leiðslan.

- Tað almenna og kommunur velja í størri mun at bjóða sjálvavgreiðslur til teirra KT skipanir (...) og hesum hjálpa vit við, verður millum annað sagt. Nevnt verður eisini, at ein týðandi partur av inntøkunum koma frá virkseminum uttanlands.

Fíggjarstøðan javnvigar við 85 mió kr, ongin rentuberandi skuld er, eginognin er 19 mió kr og eigararnir fáa 17 mió kr í vinningsbýti,

Tað eru Fróði Magnussen og Árni Arge sum manna leiðsluna, Fróði sum forstjóri og Árni sum fíggjarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo