Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Klokkan 17.00 seinnapartin verður Føroya feitasti bilur avdúkaður.

Einir 60 bilar vóru við, tá kappingin byrjaði. Nú eru seks bilar eftir, og bara ein av teimum verður endaligur vinnari – Føroya feitasti bilur 2016!

Í dómsnevndini sita teir tríggir: Halleluja-Sofus, Bil-Óli og Maggi. Og teir fara ikki at leggja fingrarnar ímillum, men fara at siga sína hjartans meining um, hví júst hesin ella hasin ávísi bilurin skal kjósast sum tann feitasti.

Bardagin stendur í løtuni millum ein pimpaðan koreanara, tveir týskarar, ein italienara og tveir amerikanarar – harav Sofus hevur umbygt tann eina og tískil ikki sleppur at atkvøða har. Stendur á jøvnum verður tað fólkið, ið fær avgerandi atkvøðuna.

Áhugin fyri kappingini hevur verið stórur, og túsundtals gestir í SMS hava atkvøtt, síðan kappingin byrjaði týsdagin.

Fólksins feitasti bilur verður funnin millum teirra, ið hava atkvøtt, og vinnarin fær eitt gávukort frá SMS fyri 2.000 krónur.

Tann, ið vinnur flogferðina, verður eisini avdúkaður. Seinasti møguleiki at vera við í kappingini er klokkan 15.00.

Gávukort, áljóðandi 5.000 krónur frá Magn. verður handað tí, sum eigur Føroya Feitasta Bil.

Biltreff við grill
Sum nakað nýtt bjóðar SMS øllum við feitum bilum á eitt biltreff á starvsfólka-parkeringsøkinum aftanfyri SMS. Her fara Brøðurnir Ørvarodd at grilla ókeypis saftmiklar búffar frá Jørgen slaktara til tey, ið møta upp. Tiltakið byrjar kl. 16.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo