Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kl. 18 í kvøld verður stór fiskikapping á Kósabrúnni. Kl. 19 koma bátar og skip at bryggjuni og síðani verður vatnkríggj á Vánni.

Í samband við vatnkríggi er umráðandi at øll eru í bjargingarvestum, og børn skulu verða saman við vaksnum, tá farið verður umborð á bátarnar.

Eyðstein Poulsen frá Føroya Sjómannadegi hevur ábyrgd av vatnkrígginum og verður umborð á Brimli. Allir bátar skulu lurta á kanal 6 á VHF. 

Um Brimil floytar, má allur aktivitetur steðga, bátar og skip leggja stilt og sløkkiliðini steðga sínum aktiviteti.

Vatnballónir eru einans ætlaðar til vatnkríggið á landi.

Sløkkilið og bátar við spulislangum mugu ikki sproyta við samlaðari strálu beinleiðis eftir fólki.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í Norðoya Sparikassa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo