Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard í hólmgongu á Sjómannadegnum. Teir kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og fráboðaðu nýskipanina. Eisini viga teir royndaruppboðssøluna í summar.

Nú ein nýskipan av fiskivinnuni er á gáttuni, hevur Sjómannadagarnir bjóðað landsstýrismanninum og fyrrverandi landssstýrismanninum í fiskivinnumálum til politiska hólmgongu um okkara høvuðsvinnu.

Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard eru grundleggjandi ósamdir um, hvussu samfelagið fær mest burtur úr fiskivinnuni. Á sjómannadegnum seta vit teirra sjónarmið upp ímóti hvørjum øðrum. Høvið er fráboðaða fiskivinnunýskipanin.

Samgongan setti í vetur ein serfrøðingabólk at gera eitt tilmæli um eina nýskipan av okkara høvuðsvinnu. Bólkurin skuldi vera liðugur við sítt tilmæli 1. august, men hevur fingið tveir mánaðir afturat til at gera seg lidnan.

Við støði í arbeiðssetninginum hjá serfrøðingabólkinum spyrja vit Høgna Hoydal og Jacob Vestergaard, hvat er í væntu.

Eisini spyrja vit verandi og fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum um, hvat teir fingu burtur úr royndaruppboðsøluni í summar.

Fiskivinnupolitiska hólmgongan er partur av Sjómannadegnum 2016. Fundurin verður í Skúlanum á Skúlatrøð hósdagin 18. august klokkan 19:00.

Vertur er Jón Brian Hvidtfeldt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo