Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fjórða árið á rað gevur forlagið Fjallamyndir út ein kalendara við forkunnugum fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum.

Tað er listamaðurin Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar, sum allar eru tiknar á fjallatúrum í føroysku náttúruni.

Hann hevur, saman við Sjúrði Poulsen, lagt kalendaran til rættis, og Sendistovan hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og prenti.

Kalendarin, ið á enskum hevur heitið "A view from the top", er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum.

Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.

Á baksíðuni eru nógvir hentir upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrir upplýsingar um landið sum heild.

Eins og undanfarin ár fer ágóðin av søluni til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo