Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyingar eru ómetaliga reystir í ítrótti. Vit standa mát við heimselituna í nøkrum greinum og eru væl við í fleiri øðrum.

Hetta kemur ikki av ongum, men letur seg bert gera, tí vit hava so nógv ótrúlig og dugnalig ítróttarfólk, venjarar, og ikki minst sjálvboðin kring landið.

Tað er onki annað enn eitt bragd, tá ið tú hugsar, hvussu fá vit eru í tali, og hvussu avmarkaðar møguleikar vit hava - hetta hóast ta sannroynd, at hallir og hyljar eru kring oyggjarnar.

Vit kenna ivaleyst øll søguna um kempuna úr Vági, Pál Joensen, sum bardi seg upp á alheims tindar í svimjing. Hann gjørdi hetta hóast, at kringumstøðurnar als ikki vóru nøktandi, men eg eri sannførdur um, at tað, sum spældi sína stóra leiklut, var, at Pál svam fyri Føroyar og Merkið, og at hetta gav honum miklan mátt og megi.

Tit, sum hava umboðað okkara land í altjóða ítrótti, kenna ivaleyst hesa fantastisku kensluna, sum tú fær í kroppin, tá ið tjóðsangurin verður spældur, og Merkið veittrar í húnarhátt.

Tú kennir á tær, at tú fer at geva alt, og at hetta hevur størri týdning enn nakað annað, júst í tí løtuni. Eg má siga fyri meg sjálvan, at hendan kenslan hevur havt týdning, tá ið á hevur staðið, og ein javnur dystur skuldi avgerðast, tú hevur fingið eyka megi. Tað er sera torført at lýsa neyvt, men øll tit, sum hava verið á einum landsliði, vita, hvat eg tosi um.

Tá ið eg verði valdur á ting, fari eg at arbeiða miðvíst saman við øllum góðum kreftum í Føroyum at tryggja okkum limaskap í altjóða olympisku nevndini.

Eg veit, at hetta er ómetaliga torført, og at góð fólk hava roynt í nógv ár, men eg eri sannførdur um, at hetta kann lata seg gera, serliga við einum altráum umboði á tingi.

Hvussu ótrúligt hevði tað ikki verið, um føroysk ítróttarfólk kundi marsjera inn á Stade De France í 2024, meðan merkið veittraði saman við øllum hinum fløggunum.

Latið okkum øll, sum elska ítrótt, standa saman um hetta.

Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri sjálvstýri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo