Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Høgni Mohr, rithøvundur, sum seinnu árini hevur givið fleiri bøkur út, fer í heyst til Reykjavíkar at skriva.

Eitt stutt skifti skal hann búgva í gamla heiminum hjá rithøvundanum, Gunnari Gunnarssyni.

- Eg havi verið í Tjørnuvík í fimm mánaðir og arbeitt, og tað hevur givið góðan arbeiðsfrið, tí skúlin har er frálíkur bústaður hjá skrivandi manni. Nú hevur íslendska rithøvundafelagið givið mær innivist í gestaíbúðini í Gunnarshúsi í Laugardali í Reykjavík, og eg gleði meg at sleppa til Íslands at hugsavna meg um arbeiðið við míni næstu bók.

Tað sigur Høgni Mohr, rithøvundur, sum í heyst fer til íslendska høvuðsstaðin at skriva í tríggjar vikur.

Íslendska rithøvundafelagið eigur í dag Gunnarshús, sum var heimið hjá gitna íslendska rithøvundanum, Gunnari Gunnarssyni, ið livdi frá 1889 til 1975. Felagið hevur skrivstovu har, men har er eisini ein gestaíbúð, sum skrivandi fólk úr fremmandum londum kunnu búgva í eitt skifti.

Síðan 1999 hava nógvir rithøvundar, týðarar og yrkjarar hildið til í gestaíbúðini í Gunnarshúsi, og í tríggjar vikur frá 10. september til 1. oktober í ár verður íbúðin karmur um skriviarbeiðið hjá Høgna Mohr.

Høgni Mohr hevur skrivað fýra bøkur. Tær eru allar givnar út á hansara egna forlagi, sum eitur Øgiliga egið forlag. Tann fyrsta bókin, "Ali Babba og 49 aðrar blaðgreinir", ið er eitt savn við blaðgreinum, kom út í 2006.

Fýra ár seinni, í 2010, gav hann út bókina, "Tá deyðin verður avdúkaður", ið er eitt dokumentariskt frásagnarverk um Landssjúkrahúsið.

Í 2013 kom bóklingurin "Sannleikin um ástarævintýrið", sum avdúkar sambandið millum evnafrøði og ást.

Í fjør gav Høgni Mohr út fjórðu bókina, ið ber heitið "Fractura nasi", og sum er ein skaldslig ferðafrásøgn úr Føroyum.

"Fractura nasi" var mest selda og helst eisini mest lisna av føgrum bókmentum í Føroyum seinasta árið.

Ummælarar róstu bókini:

- Ein er ikki sørur, er man komin í klassan hjá K.O. Viderø, Magnusi Dam Jacobsen og Gunnari Hoydal, og Høgni Mohr hevur otað seg uppí hesa kategoriuna við hesi bókini, skrivaði Tórbjørn Jacobsen.

Hann skrivaði eisini, at M.A. Jacobsen nevndarlimirnir fáa tað stríggið, við at argumentera seg frá at geva Høgna Mohr heiðursløn fyri fagrar bókmentir.

- Viderø fekk onga heiðursløn, bara ein ískoytisheiður, mest av tí, at vektingarfólkini ikki vistu, hvussu ferðafrásøgnin skuldi klassifiserast, tað vita tey nú, tí skuldi tann avgerðin ligið til høgra beinið, skrivaði fyrrverandi landsstýrismaðurin við mentamálum.

Eisini Birgir Kruse, bloggari, rósti "Fractura nasi":

- Síðst, eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg las Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans.

Rithøvundurin, Jógvan Isaksen, hevði eisini rósandi orð at bera seinastu bók Høgna Mohr:

- Fractura nasi er hegnisliga sett saman og forvitnislig at lesa, og frásøgnin nær ið hvussu er inn til hendan lesaran. Tað eru fleiri dagar síðan, eg var liðugur at lesa bókina, og eg havi tikist við annað síðani, men ferðin hjá Høgna Mohr um Føroyar rennur í heilum fram fyri meg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo