Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

The International Youth Library (IYL) hevur júst kunngjørt, at nýggjasta bókin eftir Bárð Oskarsson, Træið, hevur fingið viðurkenningina White Raven í 2018.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2017.

Hvørt ár gevur IYL einum úrvali av nýggjum barna- og ungdómsbókum úr øllum heiminum White Raven-viðurkenningina. Hetta eru bøkur, sum verða mettar at hava eina serliga høga góðsku og serstaka skaldsliga og myndlistarliga dygd.

Hetta er fjórðu ferð, at ein bók eftir Bárð Oskarsson hevur fingið ein White Raven. Bøkur hansara Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004), Stríðið um tað góða grasið (2012) og Wilbert (2016) hava áður fingið heiðurin.

Træið er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo