Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvat eyðkennir eina føroyska kvinnu, hvat eyðkennir ein føroyskan mann, og hvønn leiklut spæla kynini í samfelagnum?

Hóskvøldið 11. mai skipar MFS fyri kveikjandi tiltaki í Føroyahúsinum. Tiltakið fer at snúgva seg um føroysk samfelagslig viðurskifti millum kyn.

Við tiltakinum fara vit at koma inn á hvørji býti og møguligar avbjóðingar kynini møta á arbeiðismarknaðinum og heima við hús. Samstundis hyggja vit at, hvussu bygnaðurin í samfelagnum er í mun til kyn og seta spurningin: er neyðugt við broytingum?

Skrá:
19.00 Dyrnar lata upp
19.30 Bjóðað verður vælkomið
19.40 Framløga við Anniku Steintórsdóttir Biskopstø
20.00 Framløga... við Mariu Hansen
20.20 Steðgur
20.30 Framløga við Bjørk Mariu Kunoy

Møguligt verður at koma við spurningum og viðmerkingum eftir hvørja framløgu.

Luttakarar:
Annika Steintórsdóttir Biskopstø, cand.mag í sálarfrøði og mentan.

Annika fer at tosa um, hvussu føroyskir sjómenn uppliva og handfara skiftið ímillum sjómanslív og familjulív. Í serritgerðini hevur hon kannað, hvat sjómanslívshátturin inniber og somuleiðis sett spurnartekin við, um lívshátturin er í samljóði ella í stríð við samfelagsrákið og nýggjar familjuformar. Til tiltakið fer hon at koma inn á, hvussu leikluturin hjá føroyska sjómanninum er í broyting, og hvørjar avleiðingar hetta hevur.

Maria Hansen, lesur sociologi á Stockholms Universitet.

Maria fer at greiða frá kanning, sum hon í løtuni arbeiðir við, sum hyggur eftir lønarmuni millum kyn á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum - bæði sum heild og í mun til kynsbýtið í størvum. Kanningin fevnir um øll fólk í aldrunum 25 til 69 ár, sum arbeiddu í Føroyum í 2011. Til tiltakið fer hon at leggja fram nøkur av høvuðsúrslitunum, sum hon í løtuni er komin fram til.

Bjørk Maria Kunoy, cand.jur., ákærufulltrúi hjá løglegruni í Føroyum.

Bjørk fer at geva eina lýsing av rættarstøðuni hjá báðum foreldrunum viðvíkjandi hvørji rættindi og skyldur hvør hevur í samband við barnsburðarfarloyvi. Umframt hetta, verður framløgan ein kritisk hugleiðing av, hvat rættarstøðan hevur at siga fyri rættindini og møguleikarnar bæði hjá mammuni og pápanum heima og á arbeiðsmarknaðinum.

Tiltakið er ókeypis.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo