Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Á bókadøgum Lille Bogdag í Den Frie Udstillingsbygning í Keypmannahavn 3.-4. juni, leggur forlagið Torgard fram tvær nýggjar danskar týðingar av føroyskum skaldaverkum, “I Afrika er der mange søde børn” (Aftanáðrenn - Sprotin, 2016) eftir Katrina Ottarsdóttir og “Søndagsland” (Sunnudagsland - Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2016) eftir Sissal Kampmann.

Báðar høvundurnar fara at lesa upp á felagspallinum á bókadøgunum. Katrin lesur upp leygardagin 3. juni millum kl. 16 og 17, og Sissal lesur upp og prátar við Flemming Andersen um yrkingarnar sunnudagin 4. juni kl. 15.

Bøkurnar koma í bókahandlarnar seinnu helvt av juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo