Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Vónbjørt Vang er í Brússel í sambandi við yrkingarátakið Transpoesie, ið er afturvendandi átak, sum hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa. Eisini er ein av yrkingunum hjá Vónbjørt Vang at síggja í almennu ferðsluni í Brússel á føroyskum, enskum, fronskum og hollendskum.  

Á bókmentatiltakinum las Vónbjørt Vang yrkingar úr savninum “Djúpini”, sum kom út í 2017. Yrkingarnar blivu lisnar á føroyskum, samstundis sum ein týðing á enskum varð víst á stórskíggja.

Vónbjørt Vang luttók saman við øðrum yrkjarum úr Slovenia, Luksemborg, Lettlandi, Póllandi, Rumenia, Baskalandi og Turkalandi.

Vónbjørt Vang sigur, at luttøkan í Transpoesie 2018 hevur havt størri týdning, enn hon hevði væntað. Hon hevur knýtt virðismikil sambond, og fingið nógvan íblástur við at hitta aðrar rithøvundar. 

“Eg havi fingið samband við European Writer’s Council, sum eggjar Rithøvundafelagnum at søkja limaskap. Eg fekk høvi at lesa upp í og uppliva eitt snotuligt og nýumvælt fólkabókasavn, sum gav íblástur til mín sum leiðara á Býarbókasavninum í Havn. Týdningarmiklast er helst útbreiðslan av vitan um Føroyar og føroyskan skaldskap, sum var ógvuliga væl móttikin av teimum mongu áhoyrarunum, sum vóru komnir at lurta”, sigur Vónbjørt Vang.

Tað er EUNIC Brússel, sum skipar fyri Transpoesie, sum í ár er í døgunum 26. september til 11. oktober. 23 mál hava verið at hoyrt og sæð ymsastaðni í Brússel í sambandi við átakið. 

EUNIC Brússel er eitt mentanarligt samstarv, har føroyska sendistovan hevur atlimaskap. Endamálið við atlimaskapinum í EUNIC Brússel er at fáa føroyska list og mentan meira á breddan í Evropa. 

Rithøvundafelagið avger, hvør yrkjari skal umboða Føroyar á Transpoesie. Hini árini hava Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen umboða Føroyar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo