Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sí fleiri myndir

SAS skipaði fyri einum sjarmu-offensivi fyrrapartin, har eisini umboð fyri ferðavinnuna og pressuna vóru boðinat fáa meira kunning um Føroya-rutuna sum byrjar í morgin.

Millum annað upplýsti SAS, at longu nú hava 7000 føroyingar teknað seg til teirra bonuskipan. SAS upplýsti eisini, at felagið higartil var væl nøgt við undirtøkuna sum rutan hevði fingið millum ferðafólk, bæði føoysk og útlendsk.

Stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, segði eisini nøkur orð, sum standa at lesa niðanfyri:

Flogvøllurin í Vágum lat í 1963 upp fyri komersiellari flúgving; og veruliga frambrotið kom síðst í 70´unum, tá ið Mærsk kom við fyrsta flogfarinum sum hevði jetmotorar. Í 1978 komu og fóru 48.000 ferðafólk umvegis Vága Floghavn.

Verulig kapping kom á marknaðin tá ið Lassi Klein landsstýrismaður í 1987 boðaði frá, at nú var Atlantic Airways sett á stovn fyri at taka kappingina upp við Mærsk Air. Í 1987 komu og fóru 93.000 ferðafólk umvegis flogvøllin.

Kappingin við Mærsk vardi fram til 2005, tá ið tey valdu at gevast á Føroyaleiðini og stutt eftir gavst Mærsk við at flúgva.

Eitt stutt tíðarskeið í 2006 var so aftur kapping á føroyska flogmarknaðinum, tá ið Faroe Jet gjørdi eina roynd.

Síðan 2007, hevur so ongin kapping verið á flogøkinum í Føroyum.

Hesa tíðina hevur Atlantic Airways megnað at ment felagið og hava tey nú góð og nýmótanst flogfør og eitt relativ stórt rutunet beinleiðis úr Føroyum til onnur europeisk lond.

Flogvøllurin í Vágum bleiv yvirtikin frá donskum myndugleikum síðst í 00´unum. Og beinanvegin var farið undir við at leingja breytina og hon stóð liðug 2. desembur 2011.

Tá var vøllurin longdur frá 1250 metrum til 1799 metur. Harumframt, so var ljóskonfiguratiónin longd 400 metur hvønn vegin, ILS-skipan sum tryggjar betur regularitet var sett upp umframt aðrar batar.

Upprunaligt var ikki mett, at tær 365MDKK sum vóru til breytleingingina var nokk til eisini at gera nakað munagott við hølisumstøðurnar hjá ferðafólkum. Men tilboðið uppá breytleingingina var so mikið gott, at mett var at tað eisini vóru pengar til at byggja nýggja farstøð og tænastubygningar. So skjótt sum arbeiði uppá banan var liðugt var sostatt fari undir at bøta um umstøðurnar til ferðafólk.

Nýggja farstøðin og tænastubygningarnir stóðu lidnir í juni 2014.

Tað er ongin ivi um at betraðu umstøðurnar hava ført við sær eina menta flogvinnu og ikki minst nógv betur umstøður til ferðafólk. Umstøðurnar til ferðafólk arbeiða vit so framhaldandi við at menna.

Eitt annað sum hevur ligið í kortunum allatíðina, tað var at menna føroyska flogvinnu við at fáa kapping á økinum. Boðini frá avvarðandi myndugleikum hava verið greið alla tíðina.

Føroysk flogvinna hevur livað í kapping fyrr og vónirnar til at kapping aftur fór at koma á marknaðin – eins og man hevur sæð í øllum grannalondum okkara – hevur verið hildin á lívið allatíðina.

Sí fleiri myndir

Fyri Vága Floghavn er ongin ivi um, at føroyski marknaðurin væl tolir, at kapping er á marknaðinum, eins og kapping er á øðrum føroyskum marknaðum. Nú nevndi eg, at í 1987, tá ið føroyska felagið bleiv sett á stovn vóru 93.000 ferðandi. Í 2016 vóru 293.000 ferðandi.

Vit á Vága Floghavn meta, at tað at SAS nú eisini er komið á marknaðin fer at styrkja um samband okkara til Europa og eisini tryggja eitt nýtt tilfengi av útlendskum ferðafólkum. Ferðafólkum sum vit ikki hava havt møguleika at røkka fyrr.

Visit Faroe Islands, Atlantic Airways, Smyril Line og onnur hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri at fáa fleiri útlendsk ferðafólk hendanvegin og føroysku flutningsfeløgini hava eisini gjørt tað meira lagaligt hjá føroyingum at ferðast uttanlands – bæði í privatum og vinnuligum ørindum.

Kappingin á flogøkinum fer at tryggja kundunum enn betur treytir og eisini betur prísir. Monopol er aldrin gott fyri brúkarin, og eg haldi, at brúkarin longu nú hevur sæð ein annan dynamikk á flogøkinum.

Lagaligari treytir, betur prís og ikki minst, so eru nú aftur nógv fleiri lýsingar at síggja í miðlunum. Tað haldi eg er sunt og gott – eisini fyri miðlarnar, sum stríðast fyri at fáa tað at bera til.

Ein vøkstur í ferðafólkatalinum tryggjar at flogvøllurin fær ein tryggan rakstur, sum aftur tryggjar at tað eru fleiri pengar at gera íløgur fyri – soleiðis at flogvøllurin kann mennast enn meira.

Eisini vil talið av ferðafólkum tryggja at hýruvognar, bussar, matstovur, útferðarveitarar, hotellir, ferðaskrivstovur við meira fáa eitt økt tilfengi og betur rakstur.

Så vil jeg skifte over til dansk.

Kære Mariam, Michael, Herálvur og resten af jer fra SAS – hjertelig velkommen tilbage til Færøerne og 1000 tak for invitationen til dette event i Futastovu. Det er en fornøjelse at have jer her og på vegne af Vagar Lufthavn ser jeg frem til et godt og frugtbart samarbejde med jer og resten af SAS.

Vagar Lufthavn tvivler ikke på, at det færøske marked er stort nok til to aktører. Selvfølgelig bliver det et konkurrencepræget marked – noget som vi ikke har oplevet i 10 år – men vi mener at der er nok til at begge parter kan tjene penge på konkurrencen og at brugeren vil opleve en dynamik som vi ikke har oplevet de senere år.

Jeres tilgang til dette projekt har været yderst professionel; og der har været mange personer involveret fra jeres side.

Med jeres store og velfungerende rutenet, vil jeres indtræden gøre Færøerne mere adkomelige for turister og vil også give os færinger en endnu bedre mulighed for at komme ud og opleve verden. 

Jeg håber at I vil nyde godt af denne nye rute og jeg vil på vegne af Vagar Lufthavn ønske jer held og lykke med jeres nye rute imellem København og Færøerne.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo