Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góði heilsumálaráðharri

Yngri Læknar Føroyar eru varugir við, at fleiri sjúklingar í Føroyum bíða ov leingi eftir viðgerð. Hetta eru tað nógvar og fløktar orsøkir til, men vit vilja gera okkara til at betra um hetta.

Eitt tilmæli um viðgerðartrygd varð handað heilsumálaráðharranum mánadagin 16. desember. Tíverri er yngri lækna-hópurin ikki nevndur í hesum annars góða tilmæli. Heili 10 føroyskir læknar búsitandi í Føroyum standa uttan arbeiði í mars 2020.

Umframt hesar eru eisini føroyskir læknar uttanlands, sum ynskja at koma heim at arbeiða.

Hesir eru klárir at veita viðgerð til føroyskar sjúklingar her og nú, men vegna manglandi útbúgvingarstørv noyðast hesir av landinum.

Vórðu hesir í staðin settir í starv í føroyska heilsuverkinum, høvdu teir kunnað lætt um hjá núverandi serlæknum og verið við til at minka um bíðilistarnar.

Tí er neyðugt at seta pengar av til útbúgvingarstørv til yngri læknar longu í 2020.

Í uppskotinum til nýggja fíggjarlóg eru kr 200.000 settar av afturat játtanini seinasta ár, men hetta er alt ov lítið.

Deildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum og kommunulæknarnir hava júst boðað okkum frá, at tey ynskja at seta umleið 20 eyka yngri læknar í starv, um fígging var tøk til hetta.

Um ein pulja á 7 milliónir varð sett av til útbúgvingarstørv í 2020, hevði verið møguligt at sett umleið 10 fleiri útbúgvingarstørv.

Tað hevði økt um dygdina í heilsuverkinum og samstundis eisini trygdina hjá føroysku sjúklingunum.

Áhaldandi rekruttering av serlæknum er sjálvsagt alneyðug.

Um fleiri yngri læknar fara at støðast í Føroyum í útbúgvingarstørvum, ið eru eitt stig á leiðini til at gerast serlækni, fer hetta eisini at vera eitt týdningarmikið stig til at loysa serlæknatrotið í Føroyum.

Verða hesir læknar noyddir av landinum, mangla teir í heilsuverkinum næsta ár og sannlíkt eisini í framtíðini.

Mangan eru betringar í heilsuverkinum trekar og tíðarkrevjandi, men í hesum føri er beint øvugt. Læknarnir og sjúkrahúsverkið standa klár. Nú vantar bert fíggingin.

Vinarliga
Nevndin í Yngri Læknar Føroyar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo