Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sí fleiri myndir

Fríggjadagin 23. september fór eitt ferðalag úr Føroyum. Í ferðalagnum var ein lærari úr Eysturskúlanum og fýra næmingar. Tveir næmingar úr Sandoyar Meginskúla, Anja Petersen og Thomas Warner, og tveir næmingar úr NámX í Eysturskúlanum, Sólvá Magnadóttir og Brestir Restorff. Ferðalagið skuldi  í summarskúla hjá NORA á Vestmannaoyggjunum í eina viku. Saman við fýra næmingum úr Noregi, fýra næmingum úr Íslandi og fýra næmingum úr Grønlandi. Hetta er fyrsti slíkur summarskúli, sum NORA skipar fyri.

Endamálið við summarskúlanum hjá NORA er at vísa næmingunum og lærarunum tað, sum verður kallað FABlab. FABLab er stytting fyri fabrication laboratory. Í stuttum er tað ein miðdepil fyri skapandi evni, íverksetan, hugflog, skapandi drívmegi og tøkni. Tankin handan FABlab er, at tað skal vera atkomuligt hjá øllum at royna síni hugskot í verki og fáa hjálp og stuðul til at fáa tað at virka, sum tey ætla at gera. Her kemur íverksetan, skapandi evni og læring saman í eitt. Øll forritan verður gjørd á sokallaðum Open source forritum, sum eru ókeypis, og øll vitan verður deild ókeypis frá FABlab um allan heim. Næmingarnir fóru skjótt frá ikki at vera serliga von við teldur til at kunna forrita og skapa bæði 2D og 3D skap.

Føroysku næmingarnir fingu ymisk skeið í forritan, fingu kunning um tankarnar handan FABlab, sum er at gera heimin til eitt betri stað ígjøgnum nýhugsan og at deila vitan, førleikar og loysnir. Næmingarnir gjørdu lutir úr træi, plasti, plexiglasi og eini ørgrynnu av øðrum tilfari. Eisini lærdu næmingarnir at skanna 3D lutir og prenta við 3D printara v.m. Næmingarnir hildu, at tað var lætt og stuttligt at arbeiða á hendan hátt, ikki minst tí, at tey stóðu eftir við einum luti, tey høvdu upphugsað, ment og framleitt sjálv. Hugsanin er, at FABlab skal gera tað suttligt at læra seg nýggjar førleikar, at nýta teldu og forrita. Frosti Gíslason, sum stovnaði FABlab og er lærari á FABlab, sigur, at úrslitið er, at her verða  íverksetarar, verkfrøðingar og listafólk skapt, ung sum gomul.

Eisini sluppu næmingarnir at uppliva íslendska mentan og náttúru. Tey riðu á hestbaki, vóru rundferð í Suðuríslandi, har ið tey m.a. sóu eitt sindur av ótrúligu náttúruni og mentanini. Vestmannaoyggjarnar eru eisini sera spennandi, ikki minst orsakað av heimsins yngstu oyggj, Surtsey, sum kom upp í gosinum í 1963.

Orsøkin til summarskúlan hjá NORA var at lata eyguni hjá føroyingum og grønlendingum upp fyri FABlab, sum ikki hava nakað slíkt. ”Tað hevði verið frálíkt, um vit høvdu eitt ella fleiri slík í Føroyum,” hildu føroysku næmingarnir, har ið fleiri av teimum hava áhugað í vísindi og í íverksetan. Frosti sigur, at FABlab kann vera við til at brynja børn, ung og vaksin til eina ókenda, men spennandi framtíð. Hetta er heilt vist ein øðrvísi háttur at læra og gevur meining, tá ið vit hugsa um, at vit møta eini framtíð við trupulleikum og loysnum, sum eru øðrvísi, enn hvat ið vit eru von við.

Vónandi verður úrslitið, at vit fara at hugsa um at fáa FABlab til Føroya og  deila vitan og førleikar okkara við okkara norðurlendsku vinir.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo