At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í annaðkvøld, mikukvøldið 28. september kl. 19.30, verður aftur áhugaverd Miðvika í Hoyvíkar kirkju, og tá fer Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildini at halda fyrilestur um "Føroyskar uppkallingarsiðir". Eftir framløguna hjá Anfinni, verður ein drekkamunnur og tá hava fólk eisini høvi at spyrja og at koma við íkasti til fyrilesturin.

Miðvikan hesaferð er partur av "Vísindavøku á ferð 2016".

Anfinnur Johansen sigur, at tað er bara í Føroyum, at foreldur hava kallað kong og drotning upp, tá tey hava fingið sjey børn av sama kyni á rað. Hann sigur, at hetta er ein lutfalsliga nýggjur siður. Tað er eisini ein serføroyskur siður, at kalla fríggjadag og sunnudag upp. Anfinnur fer eisini at nevna aðrar uppkallingarsiðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo