Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tað gjørdist filmurin Stina Karina eftir Andrias Høgenni, sum vann høgt mettu virðislønina Geytan

Tað gjørdist filmurin Stina Karina eftir Andrias Høgenni, sum vann høgt mettu virðislønina Geytan

Tá Geytin var í desember vóru fleiri filmar og nógv fólk, sum ikki sluppu við. Tí hevur Norðurlandahúsið gjørt av at hava eitt eyka filmskvøld. Hetta filmskvøldið verður ikki bara høvi at síggja teir 10 filmarnar, sum vóru sýndir Geytakvøldið, men eisini onkrar av teimum, sum ikki hava verið vístir alment fyrr.

Filmskvøldið verður sunnudagin 17. januar kl. 18.00. Ókeypis atgongd.

Stuttir steðgir verða millum filmarnar so til ber at ganga ímillum og velja hvørjar filmar man vil hyggja eftir.

Her er skráin:
Annika Dalsgaard: Óvissa
Trygvi Danielsen: Fuck it
Tommy Flavin: Driving to Thule
Kristopher Paterson: Inside Out
Caro Palm: Jóhan
Sebastian Cordes: The Tourist
Viana Mikkelsen: Sofia
Anton Petersen: Balada
Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir: Alda
Ása Pálsdóttir & Rebekka Eliasen: At liva við tí
Leo Lávík: Birting
Rói Davidsen: Mítt navn er Adam
Dávur Djurhuus: Gakk tú tryggur
Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge: Tunnan
Sára Wang og Maria Winther Olsen: Slitið saman
Sunniva Sundby: Boys
Andrias Høgenni: Stina Karina
Heiðrik á Heygum: Dalur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo