Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Føroyskt – ja, føroyskt. Móðurmálið, ið summi vilja vera við, ongan góðan eigur. Summi vilja enntá vera við, at á Læraraskúlanum læra tey næstan einki føroyskt. Uppáhald ella veruleiki. Kanska – summastaðni, men avgjørt ikki í Hvalbiar skúla.

Tí har undirvísa royndir lærarar í føroyskum. Bæði neyvt og gjølla. Annar lærarin er Rannveig Hovgaard úr Sandvík, og hin er John Berg, sum tó fór frá í fjør, men bæði eru sera virkin í málsliga bólkinum, Føroyskari Rættstaving á Facebook. Serliga John Berg. Ein virkandi lærari og ein fráfarin lærari í Hvalbiar skúla. Lærarar, ið av sonnum hava sett síni spor og gera tað enn.

Hví nettupp Rannveig Hovgaard og John Berg?

Summi vilja vera við, at Hvalbiar skúli er passaligur til støddar. Her eru umleið 90 næmingar og 11 lærarar.

Hvørki Rannveig ella John halda, at hvalbiarbørn duga betur føroyskt enn onnur børn í landinum.

- Men jeg haldi, at hjá nógvum av teimum er ein áhugi fyri føroyskum – tað merki jeg, sigur Rannveig.

Hon veit ikki, um tað er hennara og Johnsa "skyld", men vónandi er tað viðvirkandi. Tey hava eisini fleiri aðrar góðar lærarar í føroyskum enn hana. Tað er ikki so.

- Okur hava arbeitt væl saman, Rannveig og jeg. Okur hava gjørt hesar bøkurnar, "Hervør og Høgni". Okur hava arbeitt saman í nógv ár, so tað, haldi jeg, hevur øgiliga nógv at siga, sigur John Berg, nú fráfarin lærari í Hvalba.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo