Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í ár eru 50 ár liðin síðani fyrsta fundin hjá Amnesty Føroya Deild. Hesin fyrsti fundurin varð hildin tann 29. august 1965 í Losjuni í Havn, og í hesum sambandi hevur Amnesty eina kvøldsetu hóskvøldið 19. november í Perluni í Tórshavn kl. 19.30, har allir limir og øll áhugað eru vælkomin.

Á fyrsta fundinum mitt í trýssunum vóru m.a. Eyðun Johannessen, leikstjóri og sjónleikari, og Róland Thomsen, stigtakari.

Í sambandi við kvøldsetuna eru báðir komnir til Føroya og fara at siga nøkur orð um tíðina og bakgrundina fyri at stovna eina Amnesty deild í Føroyum. Eyðun Nolsøe fer at spæla Amnesty-løg, og Amnesty bjóðar kaffi og føðingardagskaku.

Les meira um kvøldsetuna her

Skriva fyri lívi
Á 50-ára føðingardegnum almannakunnger felagsskapurin eina nýggja heimasíðu, sum er ment við endamálinum at fáa fleiri føroyingar at skriva hondskrivað brøv til fangar og onnur kring heimin, hvørs rættindi eru skerd. Heimasíðan eitur http://marathon.amnesty.fo.

Navnið MARATHON sipar til, at felagsskapurin hvørt ár skipar fyri einum sokallaðum skrivi-marathoni, har fólk kring allan heim skriva brøv í einum ávísum tíðarskeiði. Í Føroyum skriva vit brøv frá 5. til 15. desember, men longu í dag ber til at skriva seg upp og finna skrivitiltøk kring landið. Á síðuni er eisini tilfar til skúlar.

Eingin er ov ungur ella ov gamal at skriva eitt bræv ella tekna eina mynd fyri at vísa samhuga. Drúgva søgan hjá Amnesty hevur prógvað, at brøvini gera mun. Stjórnir koma undir trýst, og menniskju verða leyslatin.

Bjarga lívum við SMS-boðum
Umframt brøv er ein SMS-skipan eisini sett á stovn, sum er ein skjótari og effektivari háttur at leggja trýst á stjórnir kring heimin.

SMS-skipanin verður brúkt, tá tað skal ganga skjótt, og tá tørvur er á nógvum undirskriftum uppá stutta tíð. Tað er einfalt og skapar úrslit, og tað er ikki uttan orsøk, at skipanin eitur Lívlinjan.

Frá í dag kunnu øll tekna seg til SMS-skipanina við at senda orðið ”BJARGA” til 1919. Prísurin er tann sami sum eini vanlig-SMS-boð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo