Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú móðurmálsdagurin 25. mars aftur stundar til, er hóskandi at varpa ljós á, at 26. februar eru fýra ár liðin, síðan móðurmálsorðabókin seinastu ferð varð dagførd. Vit fegnast um tiltøk móðurmálinum til frama, men samstundis lata vit grundarsteinin liggja eftir.

Tað er sera harmiligt og ikki minst undranarvert, at vantandi undirtøkan frá almennari síðu at røkja og menna okkara móðurmál stendur við.

Tað er einki minni enn átaluvert, og vil eg tí lýsa 26. februar til lagnudag móðurmálsins at vera.

Skal eitt mál vera lív lagað, má tað vera í støðugari menning. Sjálvur grundarsteinurin, orðini, mugu leggjast til, broytast, tillagast ella nýggj smíðast.

Móðurmálsorðabókin nøktar ikki tørvin. Hon haltar afturúr, slóðar ikki fyri ella vísir vegin fram.

Samstundis sum orðafloymurin uttanífrá skolar sum flóðaldur inn yvir okkum, velja vit at niðurlaga hetta arbeiðið, sum fyrr hevur verið og eingin tekur sær av longur.

Á mangan hátt líkist hetta gongdini at niðurlaga førleikarnar í fremmandamálum, nú okkum mitt í alheimsgerðini av røttum tørva tey meir enn nakrantíð.

Eg skilji als ikki hesa kósina, men samanberi støðuna við ein Big Brother, sum hevur lagt málsligu kósina fyri okkum: Út við føroyskum og út við fremmandamálum.

Um nyttuvirði, handil og pengar hava alt at siga, sum fleiri ábendingar eru um, eisini í føroyska skúlaverkinum, so gevur tað jú meining, tí føroyska málið kostar.

Tann prísin vilja vit ikki gjalda, og tí hevur móðurmálsorðabókin eftir øllum at døma eisini verið útreiðslunevtral í fýra ár.

Vit, sum hvønn einasta dag tørva orðabøkur fyri at gera okkara arbeiði, vita, at móðurmálsorðabókin hvørki nøktar verandi tørv ella slóðar fyri við nýggjum hóskandi orðum.

Tíansheldur megnar hon at tippa tey hol, sum longu eru ella at fáa smærri rættingar og tillagingar gjørdar, soleiðis at bókin eisini er í betri samsvari við aðrar orðabøkur.

Eg eri ómetaliga takksom fyri ta orðabókagerð, sum verið hevur í fleiri áratíggju og enn er, undantikið í móðurmálinum sjálvum og millum føroyskt og danskt. 

Tað er einki minni enn eitt satt bragd, hvat eldsálir undan okkum hava útint. Orðabøkurnar stuðla brúkaranum so nógva ferðir betur í dag, enn tá ið eg var barn.

At arbeiða á føroyskum krevur tó góðar førleikar í fremmandamálum, haldi eg. Í øllum førum í mínum arbeiði eru førleikar í fremmandamálum ein fortreyt fyri mínum avrikum.

Orsøkin er, at ofta eru víðastu portrini inn í føroyskt gjøgnum fremmandamálini inn í føroyskt. Tað kann tó ongantíð vera rætt, at so skal vera.

Sannleikin er, at spyrt tú teg fyri, so hevur Setrið ikki so mikið sum eitt starvsfólk at røkja uppgávuna sum orðabókaritstjóri.

Tíansheldur arbeiðir nakar við orðtøku longur. Tað er at lofta orðum, sum koma inn í málið fyri síðan at skráseta tey við eini orðalýsing (merking), geva teimum føroyska stavseting og snið ella at smíða nýggj orð, ið hóska seg betur.

Og hetta er í tíðum, tá ið alt gongur við rúkandi ferð og vit ongantíð hava verið ríkari og betri fyri at fíggja okkara máli.

Við skjótu menningini í samfelagnum og við alheimsgerðini koma nýggj orð ongantíð skjótari og títtari enn nú.

Ávirkanin úr enskum er nógva ferðir størri enn danskt nakrantíð hevur verið á føroyska málið.

Men tá ið harðast leikar á, velja vit at niðurlaga føroyskt, við at skrúva fyri og harvið leggja arbeiðið stilt, hóast tað krevur miðvíst og áhaldandi arbeiði at fylgja við málsliga.

Mín vón við hesum skrivi er at fáa vend í lag, soleiðis at hetta vónandi verður einastu og seinastu ferð, at vit syrgja 26. februar sum lagnudag móðurmálsins.

Maria Heradóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo