Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Synd er at siga, at vit, sum tjóð, eiga nógvar antikvitetir. Onkrir eru tó og kunnu teir ikki metast í krónum og oyrum, og tá slett ikki, tá teir eru horvnir - og tann lagnan fer at raka fyrr ella seinni.

Virðismiklastu antikvarisku dýrgripirnir eru, sum flestu kunnugt, í Kirkjubø -mentannarháborgini í miðøld.

Har eru Múrurin, Líkhús, Ólavskirkjan og bispasætið -garðurin og stokkastovan.

Hvørki landsins myndugleikar og tíansheldur Søvn Landsins tykjast latast um vón við hesum dýrgripum.

Løtan, at framtíðartryggja Múrin, Ólavskirkjuna og Líkhús einaferð með alla, hava ongantíð verið betri og høgligari, nú Sandoyartunnilin er í gerð.

Er einki visionert høvd í almennu umsitingini ella politisku skipanini, ið dugir at síggja møguleikarnar???

Neyvan, tí einki líkinda uppskot, um nakað, hevur higartil verið at sæð ella hoyrt frá teimum, sum i umsiting og politisku skipanini varða av hvussu antikvitetirnir verða varveittir fyri eftirtíðina og eftirkomarar okkara!

HVÌ???

Garðurin, gamla bispasætið, er ivaleyst millum tríggjar okkara mest dýrmettu ognir. Men hvussu leingi fáa vit loyvið at hava henda antikvitetin?

Ongin, yvirhøvur ongin , hugsaði tankan, at Notre Dame kundi brenna nærum niður í grund. Grótbygningur í stóran mún, so tað kundi neyvan henda.

Men tað hendi!

Bispasætið í Kirkjubø er ikki gróbygningur, men úr 900 ára gomlum uppturkaðum timbri, ið, um illa vil til, fer upp í royk uppá fáar minuttir.

Mær er sagt frá, at ikki ein gong ABA (automatisk brandalarmeringsanlæg) við beinleiðis sambandi til sløkkiliðið í Havn er innlagt í bygningin.

Onkrir einstakir eldsløkkjarar, saman við onkrum brandteppi er tað, ið er til taks um illa vil til. Harafturat er, sambært fólki í Kirkjubø, eisini ein dieselpunpa, ið ivaleyst tekur 5-10 minuttir at rigga til í sambandi við eld.

Hetta er ein fullkomin JOKE, fyri at siga tað milt!

SPRINKLARASKIPAN er tað, ið má og skal setast upp í bygninginum. Ikki í morgin ella ovurmorgin, men NÚ!!!

Hóast fornfrøðin neyvan sampakkar við slíka tekniska skipan, og fornfrøðingarnir ivaleyst, við hond og fót, fara at berjast ímóti, er skipanin EINASTI møguleiki at bjarga slíkum bygningi um eldur kemur í.

Sløkkiliðið í Havn skal brúka í minsta lagi 20-25 min um at koma fram á staðið. Og teir 20-25 minuttirnir kunnu samstundis vera tað, ið forkemur okkar allarbest varveitta bygning frá 1100-talinum.

Skulu einar 5-7 milliónir, ið hesar báðar alneyðugu skipanirnar kosta, verða tær, ið forkoma okkara einasta veruliga varveitta antikviteti úr miðøld, ið enn er í brúki???

Tá hava vit skotið okkum so dyggiliga í fótin!

Magnus Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo