Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er tíðindastovan Bloomberg sum metir, at ríkidømi hjá Donald Trump minkaði við 700 milliónum dollarum, sum svarar til einar 4,3 milliardir krónur árini, hann sat við endan á borðinum í USA. Men hann líðir onga neyð, tí hann eigur framvegis 2,3 milliardir dollarar ella góðar 14 milliardir krónur á kistubotninum.

Ein fjórðingur av ríkidøminum er bundið í risastórum skrivstovubygningum. Hesir eru minni verdir, tí fólk arbeiða nógv heima og hava ikki á sama hátt sum áður brúk fyri skrivstovum.

So eigur hann eisini 19 golfvøllir, og sjálvt um golf er blivið væl betri umtókt í seinastuni, og hveppa nógv seg við at brúka vøllirnar hjá Trump. Golfsambandið í USA, PGA, hevur til dømis gjørt av, ikki at halda stóru árligu kappingarnar á vøllunum hjá Donald Trump, tí hann verður settur í samband við álopið á Capitol Hill, og tað kann vera ringt fyri umdømið hjá PGA.

Fleiri nevna tó, at Donald Trump hevur nógvar og góðar møguleikar fyri at vinna tað mista innaftur, leggur hann í. Eitt nú um hann skrivar sínar endurminningar ella lata upp eina sjónvarpsrás, har hann kann samskifta við tey nógvu fólkini, sum stuðla honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo