Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Skúlabygnaðurin í Klaksvík er endavendur eftir fáum árum; báðir stóru skúlarnir eru lagdir saman í ein skúla og eina leiðslu, stórir partar av gamla skúlanum á Ziskatrøð eru tiknir niður, og í løtuni fer stór bygging fram á økinum. Í sambandi við byggingina av nýggjum skúla hevur spurningurin um forskúla verið umrøddur, men Klaksvíkar kommuna hevur ikki ítøkiligar ætlanir um at fara undir ein forskúla enn, skrivar Skúlablaðið.

- Sum er skunda hølisligu umstøðurnar heldur ikki undir hetta, tí vit hava nóg mikið við at hýsa verandi næmingum komandi tvey árini. Skúlin og skúlastýrið høvdu tó ynski um ein forskúla, tá arbeitt varð í byggibólkinum, men vit uppliva ikki eitt sterkt ynski frá foreldrum og kommunu, kanska tí at samanlegging og bygging hava fylt so nógv seinastu árini. Men eg hugsi mær, at støðan kann broytast, tá ið 1. byggistig er liðugt, eftir ætlan í 2018, so vit tosa ikki um forskúla í Klaksvík enn; tað er tó hugsandi, at tað verður pláss til forskúla, tá fyrsta byggistig er liðugt. Men forskúli er eisini treytaður av, at tú kommunupolitiskt velur tað.

Til samans er 206 forskúlanæmingar skúlaárið, sum júst er byrjað. Í Eiðis skúla eru 10 næmingar í forskúla, í Runavíkar kommunuskúla 36 næmingar, í Sankta Frans skúla 47 næmingar, í Skúlanum á Argjahamri eru 23 næmingar, í Eysturkommunu eru 35 næmingar, í Frískúlanum Kelduni eru 35, í Lítlaskúla eru 13 næmingar og í Skála skúla eru 7 næmingar. Til 2010 var tað bara Sankta Frans skúli í Havn, sum hevði forskúla; Skúlaspírin í Eysturkommunu er tann fyrsti, sum kom eftir tann í Sankta Frans, sum hevur hálva øld á baki, og síðan eru teir vorðnir 8 í tali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo