Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Forskúlin fær betri og betri undirtøku; hetta skúlaárið ganga 144 børn í forskúla. Seinastu árini eru fleiri forskúlar komnir, tann nýggjasti er í Runavíkar Kommunuskúla, sum tekur ímóti 30 forskúlabørnum.

Hóast forskúlin framvegis elvir til kjak millum lærarar og námsfrøðingar, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag, er eingin ivi um, at komandi árini fara fleiri forskúlar at koma. Greitt er, at nýggi Skúlin á Fløtum, sum fer at verða bygdur í vesturbýnum í Havn, fer at hava forskúla. Somuleiðis fer Lítli skúli, sum er nýggjur privatskúli, at hava forskúla.

Tað eru ikki tvey ár síðan, at kunngerðin um forskúla kom, og sum skilst virka allir forskúlarnir í landinum eftir kunngerðini, uttan forskúlin í Sankta Frans skúla, sum er tann elsti í landinum. Í eini grein á heimasíðu Skúlablaðsins í 2011 sigur ein lærari í Sankta Frans skúla, at forskúlabørn hava ein fyrimun, tá ið tey byrja í fyrsta flokki, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo