Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Premier League, 33. umfar: Arsenal ognaði sær trý sera týdningarmikil stig í stríðnum um at enda í topp 4, tá liðið í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti Watford.

Tað einasta málið í dystinum kom longu í 10. minutti, tá Pierre-Emerick Aubameyang gjørdi sær dælt av einum stórum brølara frá Watford málverjanum, Ben Foster.

Bert ein minutt seinni gjørdist brekkan enn tyngri at ganga hjá Watford, tá framherjin Troy Deeney fekk beinleiðis reytt kort fyri at nýta albogan.

Hóast Watford hevði ein mann minni á vøllinum, var liðið tó væl við í dystinum, og Arsenal kann prísa seg lukkuligt fyri dýrabara sigurin, ið lyftir liðið upp á 4. plássið.

Arsenal hevur nú 66 stig, tað sama sum Chelsea, ið tó hevur eina verri málúrtøku enn Arsenal. Chelsea hevur eisini leikt ein dyst fleiri enn Arsenal.

Nummar seks er Manchester United við 64 stigum. Tottenham er á 3. plássinum við 67 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo