Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Fyrimyndir lýsa sum himmalljós á myrkum tíðarhvarvi. Smá ljós á leiðini gjørdust ævinligir vitar. Ikki altíð var nøgdin av ljósi avgerandi. Støðufesti og trúvirði royndust væl, tá ið torført var at ganga, ella lívsleiðin var avbjóðandi.

At ganga í áliti og at ganga í blindum eru hvørt sítt. Álit bindur bond, gevur vón og hita. Álit er álitisvekjandi.

At ganga í blindum er at trilva seg fram ella stíga fótin inn á ivasamt jørðildi. Vit kenna ikki lendið, har fótur stígur. Vit kenna valla gøtuna, ei heldur endamálið við ferðini ella málið við endan á vegnum.

Gerandisligar fyrimyndir eru gull verdar. Tey gera mun í nærumhvørvinum, tey lyfta í felag, tey ganga í tí stilla. Sjáldan hevja tey røddina, og ongantíð verður blást í lúður. Tey liva í tí verðsliga og umboða tað andaliga. Tey bera Guðs egnu mynd í manna líki.

Tey opna dyrnar til einsamøll og sita eina løtu. Tey geva sær stundir at práta. Tey útinna ein lítla tænastu, sum hevur stóran týdning. Tey vitja á ellisheimum og støkka inn á gólvið á sjúkrahúsinum. Tey bera fram eitt Guðs orð í talu og sangi, ella tey í tøgn eru eitt Guðs orð í síni hjáveru og verumáta.

Fyrimyndirnar leggja ikki altíð verk úr hondum ella eru skapandi. Viðhvørt er tað eitt vakurt fyridømi at taka frástøðu frá tí, ið darvar og brýtur niður.

Ikki at taka lut í happing, ikki at taka lut í slatri, ikki at kúga hin veika. Viðhvørt er tað ein vøkur fyrimynd ikki at vera virkin. Men, vit eiga at verja hin veika, ikki einans láta sum um at vit ikki síggja, hoyra ella vita. Fyrimyndin er sjáldan áskoðari.

Minnist útlendskar smásøgur frá mínum barnaárum, tá ið fedrarnir vitjaðu ølstovur fríggjadag seinnapart heldur enn at fara heim til konu og børn. Ella børnini fóru at leita eftir pápanum. Tey eltu sporini í kavanum og funnu pápan.

Í dag sigur henda myndin ikki allan sannleikan, hóast álvarsliga verd at umhugsa. Tað eru so mong onnur dømi, ið minna á, at vit ikki varnast týdningin av okkara lívsførslu.

Vit gloyma børnini og hjáveruna í okkara mangan neyðuga arbeiði. Vit gloyma børnini, tí skíggin er spennandi og dragandi. Vit eru fyrimyndarliga fráverandi í okkara hjáveru. Løtan tykist óviðkomandi, hóast vit eta døgurðan saman.

Fyrimyndin sóknast ikki einans eftir tí neiliga, ið vit gera. Fyrimyndin varnast alt tað góða, ið vit áttu at gjørt, men lótu vera ógjørt.

Vit mega vera edrú í breiðum týdningi. Rúsandi løgur ella rúsandi dagdreymar eru sjáldan burðardygg við atliti at varandi trivnaði í tí heimliga. Børnini hava uppiborið foreldranna kærleiksfulla ósjálvsøkni, hóast tað langt frá er einfalt. Uppiborið eini minnilig barnajól!

Vit mega vera andaliga edrú, so vit fyrimyndarliga slóða gøtu teirra ungu gerandis og heilagt. Ikki ov høgir dreymar um eydnu, men heldur nøgdsemi í tí smáa og dagliga, har kærleikin ræður. Edrú við atliti at dýrum jólagávum.

At síggja eyguni, at hoyra røddina, at síggja andlitið. At fevna menniskjað og siga, at tað var hugaligt at síggja teg.

Fyrimyndin er altíð etisk og vísir frá sær sjálvum. Vísir til onkran annan ella okkurt størri enn ein sjálvur. Fyrimyndin reypar ikki um egin avrik, hon er eyðmjúk og til vegna onnur, ongantíð upptikin av sær sjálvum.

Hvør dagur er ein møguleiki, har vit kunnu bøta um gjørd mistøk. At biðja um fyrigeving er fyrimyndarligt. Tað gevur áræði at koma víðari fram á leið.

Lívið er ein avbjóðing. Hvør løta er ein vitnisburður, ið er verdur at minnast ella fánar burtur sum døggdropin. Ella situr ræðandi í minninum.

Havi rík minni um gerandisligar fyrimyndir. Í tí almenna lívinum kann eingin verða nevndur fram um annan. Tey, ið hava gjørt lív mítt ríkt, eru gerandisligar hetjur. Tey eru fullkomin, hóast ófullkomin, viðtikin í teirra stoltleika, fræls sum skerdur fuglur leysur við búri.

Tá ið hugt verður aftur á míni egnu fet, eru fótasporini í kavanum valla tey vakrastu. Alt hetta sóu fólk, alt hetta hoyrdu fólk.

Mær rennur í huga partar av eini yrking, ið mangan er nýtt í fyrilestrum. Yrkingin kallast sporini í kavanum.

“Í nátt hevur kavað av møku // tá tú fert út í morgun // set fótin varisliga í lendið // tí sporini standa sjónsk í kavanum.”

Nakrar av mínum fyrimyndum sótu á bríkini í kirkjuni sunnudag eftir sunnudag. Tær lærdu smádrongin at ganga gøtuna til Harrans hús.

Avbera vøkur í heimssøguni eru fótafet Jesu Krists. Tey ljóma av dýrd, náði og sannleika. Føgur er foldin, dýrdarríkur himin. Amen.

Orðið: “Lat ongan vanvirða teg fyri ungdóm tín, men ver tú ein fyrimynd teirra, sum trúgva, í orði, í atferð, í kærleika, í trúgv, í reinleika.” (Fyrra Timoteusarbrævið 4,12).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo