Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Ein sermerktur friður hvílir yvir Jesu føðing. Hóast trongar ytri umstøður valdar ein fjálgur dámur, tá ið Guð í kærleika letur son sín føða til jarðar uttan skart og skreyt í einum fjósi.

Óttist ikki! Tað vóru orðini, ið eingilin bar Jósefi, tá ið hann í loyndum ætlaði at skiljast frá Mariu, ið var trúlovað honum. Jósef helt tað vera frægast, at Maria og hann fóru hvør til sítt, nú hon var við barn.

Meðan Jósef hugsar um skilnaðin, sýndist eingil Harrans í dreymi fyri honum og segði: “Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda.” (Matteus 1,20).

Eisini Maria, móðir Jesu, fekk vitjan av eingli Harrans. Tá ið hon var í sætta mánaði, sendi Guð eingilin Gabriel at bera henni stór tíðindi.

Eingilin heilsaði Mariu við hesum orðunum: “Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, tú sum ert vælsignað av kvinnum!” (Lukas 1,28)

Maria gjørdist óttafull, men eingilin segði: “Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skal verða við barn og eiga son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal  geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.” (Lukas 1,30-32)

Enntá hirðarnir úti á markini fingu eina friðarheilsan, tá teimum varð kunngjørt, at frelsarin var føddur.

Hirðarnir vóru staddir úti á Betlehems fløtum, tá ið dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og eingil Harrans stóð hjá teimum.

Eingilin segði við hirðarnar: “Óttist ikki, tí sí eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði. Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.” (Lukas 2,10-12).

Hvat gagnligt árin friðurin í Jesusi hevur á menniskju er væl vitnað í mongum frásøgnum. Endurgevi eina av hesum lívgandi søgunum.

“Ein ung genta fekk gleðiboðini um frælsið, tá ið hon sum trælkvinna loksins varð keypt leys av sínum loysnara.

Gentan stóð á torginum á einum av teimum vestindisku oyggjunum. Hon var rænd í Afrika saman við so mongum øðrum og skuldi nú verða seld sum trælkvinna. Hon hevði liðið nógv og var illa fyri.

Ein ungur maður, sonur ein ríkan plantasjueigara, kom á marknaðin. Ørindi hansara vóru at fáa til vega arbeiðsmegi til garðin hjá pápanum. Tá ið hann bar eyga við ta ungu gentuna, tókti honum hjartaliga synd í henni. Hann fór til eigaran, rindaði prísin fyri hana og segði: “Sig so við hana, at hon er frí.”

Gentan fekk hesi boðini, men varð tó standandi í røðini. Tað var sum um hon ikki hoyrdi tað, sum varð sagt. Hon hevði liðið so nógv ilt, at hon als ikki dugdi at ímynda sær frælsið.

Nakað seinni kom tann ungi maðurin útaftur á torgið. Undrandi sær hann, at gentan framvegis stendur á sølulistanum. Hann bað enn  eina ferð sølustjóran siga við hana, at hon var frí og fræls og kundi fara hagar, ið hon vildi.

Gentan lurtaði við áhuga. Tað ljóðaði væl í oyrum hennara. Tað var júst hetta, sum hon hevði vónað.

Men framvegis dugdi hon ikki at skilja, at hetta veruliga var satt. Hví skuldi hon verða leyslatin fram um øll hini?

Á triðja sinni kom tann ungi maðurin á torgið og sá hana standa í røðini. Á hesum sinni fór hann sjálvur yvir til hennara. Hann leit inn í eygu hennara og segði – umvegis ein tulk – við hana á hennara egna máli: “Eg havi keypt teg leysa, og tú kanst fara, hvar tú vilt!”

Tá hoyrdi gentan boðskapin. Hon skilti, hvussu ovurstór gávan var, sum hon hevði fingið. Hon fell á knæ fyri tí unga manninum og segði: “Harri, hevur tú keypt meg leysa? Kann eg fara, hvar eg vil? Harri, so vil eg fylgja tær, hvar tú enn fert!”

Hetta er boðskapurin um persónligt frælsi! Guð sjálvur kemur í Jesusi til okkara, lítur inn í eyguni og sigur við okkum á okkara egna máli: “Eg havi keypt teg leysan! Eg havi goldið prísin fyri teg!”

“Harri, hevur tú keypt meg leysan? So vil eg fylgja tær, hvar tú enn fert!”

Gleðilig jól! Amen!

Orðið: “Andi Harrans er yvir mær (Jesusi), av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.” (Lukas 4,18-19).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo