Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur er stovnað við málinum at verða fótbóltsfelag fyri vesturøkið, umfatandi Vestmanna, Kvívík og Vágar. Í nógv ár aftureftir hava leikarar av vestursíðuni av Norðstreymoy ferðast vestur at venja, men framyvir er ætlanin at skipa regluligar venjingar eystaru megin sundið eisini.

Í tráð við ætlanirnar fyri ungdómsarbeiðið hjá 07 Vestur, hevur felagið sett tveir ungdómsvenjarar uppá fulla tíð. Sum høvuðsungdómsvenjari er gøtumaðurin Svenn Olsen júst byrjaður, og hann kemur at standa fyri venjingini í Kvívík.

Svenn hevur A-prógv sum er hægsta venjaraútbúgving, ið takast kann í Føroyum. Hann kemur úr Víkingi, har hann hevur starvast í áravís sum venjari og vegleiðari hjá ungum og vaksnum leikarum. Svenn hevur eisini starvast sum leiðbeinari og ungdómslandsliðsvenjari hjá Fótbóltssambandinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo