Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Grein til dystarblaðið hjá 07-vestur 28. april 2021:

Sambært Høgna Johansen í Miðvági vóru tað eingilskmenninir, ið lærdu miðvingar, at spæla fótbólt.

”Tað sum bleiv spælt fyri kríggið kann illa kallast fyri fótbóltur, tá bleiv tað bara langa til, og skumpa!” greiðir Høgni Johansen frá.

Spælt var niðri á sandinum.

Har lærdu teir miðvingar ymsan teknikk, millum annað at finta; eisini lærdu teir málmenninir upp.

”Vit spældu bæði ímóti teimum og við teimum”, greiður Høgni frá.

Tað vóru fleiri av kompanínum, sum plagdu at spæla á sandinum.

Hann minnist serliga væl, at teir servandu ”The Camironians” ofta spældu fótbólt niðri á sandi. Hesir vóru skotar, ið høvdu verið í kríggi niðri á fastlandinum.

Fleiri av teimum vóru løgnir og virkaðu traumatiseraðir.

Eingilskmenninir høvdu bæði bóltar og fótbóltskógvar við sær til Føroyar; og fleiri miðvingar fingu fótbóltsskógvar frá teimum.

Eisini seldi handilin Dalles fótbóltsskógvar undir krígnum.

Tað vóru fleiri góðir fótbóltsspælarar í bygdini um hetta mundi, millum annað: Hans Jacop Hansen, Jóannes norði í Stovu, Jóhannus Joesen. Brøðrinir: Torstein og Laurentzius á Byrginum, vóru serstakliga góðir.

Og ikki minst Svend á Vágalið - hann var tann besti á vøllinum.

Høgni Joensen heldur, at vágamenn mundu hava bestu fótbóltsspælarar í landinum undir krígnum.

Luttók í rennikapping á Valloyruni í Sandavági
Høgni bleiv eisini úttikin til at luttaka í rennikapping á Valloyruni í Sandavági undir krígnum.

Hann greiðir frá, at teir vóru fleiri sum runnu, og at hann eina ferð vann ein fínan pokal.

Høgni greiður víðari frá, at hann eina aðru ferðina kom til skaða, tá hann var til rennikapping á Valloyruni.

Onkur hevði grivið eitt hol tætt við málið, og tá hann kom rennandi traðkaði hann í holið, datt og skurtlaði seg illa í skøvningin.

Tað ringasta var, at tað tók ilt fyri seg, og fekk hann tvær reyðar strípur upp eftir arminum og ein stóran knút undir armholina, so hetta var alvorligt.

Man má minnast til, at penicillin ikki var kent um hetta mundi.

Bleiv innlagdur á millitersjúkrahúsið í Sandavági
Hetta hevði við sær, at Høgni bleiv innlagdur á millitersjúkrahúsið, sum var í gomlu losju í Sandavági.

”So har lá eg á loftshæddini í fýra dagar og bleiv passaður av sjúkrapassarum’’, greiður Høgni frá.

Teir bundu fyrst um sárið, síðan koyrdu teir ”sunnilsápu” og sukur á, so bundu teir aftur um. Hetta trekti brunan úr sárinum.

Høgni minnist, at tað bankaði øgiligt í arminum.

Síðan bleiv hann vaskaður í glóðheitum vatni:

”Tað var so heitt at eg bæði rópti og sparkaði, og tveir sjúkrapassarar máttu halda mær” greiðir Høgni flennandi frá.

”Men líkamikið, allur brunin hvarv, so teir hava duga síni ting’’, sigur Høgni Johansen.

Hann minnist ikki um hann fekk nakað annað medisin, men hann var ógvuliga linur og svav nógv aftaná viðgerðina.

Orsøkin til brunan vísti seg at vera eitt skitið glaspetti, sum hevði sett seg fast í sárið.

Men pokalin hevur Høgni enn, sum eitt minni yvir hesa serligu tíð; og nú hevur hann avgjørt at lata hann til krígssavnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo