Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta var so tað, og nú kunnu vit líta aftur um bak.

Stutt sagt kann sigast, at hetta gjørdist ein ikki væleydnað roynd í valdsnýtslu, kanska tann størsta konspiratiónsteoriin av øllum.

Vit blivu reint sagt indoktrineraði í, at her fyrilá ein heilsukreppa, og tiltøk vóru sett í verk, sum fundamentalt skakaðu allan okkara barnalærdóm um, at vit liva í einum frælsum heimsparti.

Heilsukreppan gjørdist ein marknaðar- og fíggjarkreppa, sum hevur við sær, at tann vælferð, vit síðan 2. veraldarbardaga hava upplivað í tí frælsa heiminum, er farin fyri skeyti, og neyvan verður veruleiki aftur.

Hvat var tað so sum hendi?

Ein umfarsótt gjørdi um seg, ikki ólík teimum influenzaepidemium, sum vit javnan uppliva, men bert meira koncentrerað.

Tann skjóti tíðindaflutningurin og sensatiónsjournalistikkurin fær skapt eina ræðumynd í hugaheiminum hjá fólki, sum tað almenna valdsapparatið tekur til sín, skúgvar til viks øll frælsisrættindir og innsetur ein politistat.

Fyri at legitimera hettar, stillar man upp við serfrøði/serkunnleika sum statistar.

Í verunleikanum fyriliggur ongin framkomin vísind aftan fyri tey tiltøk, ið verða gjørd, tað er reinur barnagarðspedagogikkur, sum “serfrøðin” tilmælir, sum at vaska sær um hendurnar, spritta o.s.fr.

Grundgevingarnar fyri teimum tiltøkum, sum verða framd, eru ongantíð greiðar og eru skiftandi og spekulativar, og her aftaná hevur ein eina kenslu av, at tiltøkini vóru ógvusliga yvirdrivin.

Korona gjørdist til populismu og symbolpolitikk og gjørdist ein platformur fyri persónligari “branding”.

Nøkur óhugnalig rák kunnu takast fram í kjalarvørrinum á hesi “politisku valdsframferð”.

Vit upplivdu, at politimyndugleikin, sum er danskur, kemur við tilmæli til lóggevingarmyndugleikan um lógarverk.

Vit uppliva áhugabólkar, sum savna inn undirskriftir til avmarking av okkara frælsi, sum eru vunnin við áralangt tógvi stríð í vesturheiminum.

Vit hava lyndi til at taka demokratiið sum givið í okkara rættarsamfelag, og gloyma, at demokratiið er sárbart fyri valdsmisnýtslu.

Frymilin er at skapa eina ræðumynd í almenninginum, fáa fatur á “serfrøði” at undirbyggja hetta og legitimera politisk tiltøk, sum skúgva lógarverk og frælsi til viks fyri valdsinntriv.

Vit uppliva valdsharrar, sum átaka sær egið vald at stýra (undantaksstøða vegna korona!!). Vit vóna, at okkara makthavarar vakna.

Tær premissir, sum “serfrøðin” hevur brynjað seg við, eru vorðnar sjálvuppfyllandi profeti og tørva eina endurskoðan.

Suksesskriteriini við ongin smitta/ongin sjúka eru veruleikafjar.

Vit liva í einum samskifti við okkara umhvørvi, og vit kunnu líka so gott innsíggja, at tann eliteri hugburðurin, at vit kunnu stýra og hava tamarhald á okkara umhvørvi er hugmóð.

Ávirkanin frá okkara “serfrøði”, hvørs høvuðsatlit nú er at rættvísgera seg sjálvan og tey tiltøk, sum, við at halda fast við tey upprunaligu suksesskriteriini, sum teir hava sólað sær í, og sum hevur tveitt okkum út í eina samfelagskreppu, má temjast.

Hvat gera vit, tá ein influensa næstu ferð rakar okkum?

Skulu vit liva við tí tilvitsku, at vit javnan skulu uppliva eina samfelagskreppu, tí onkur “sefrøði” tilmælir hetta, ella onkur valdsharri í sjálvsøkni finnur hetta hóskandi?

Hvussu nógva heilsu og vælferð kundi vit ikki fingið fyri tær hundraðtals milliónir, sum nú bert eru tveittar út av vindeyganum til onga nyttu.

Tað tykist, sum um hugburðurin er, at standardloysnin á hesi samfelagskreppu eru almennar stuðulsskipanir at lofta fíggjartrongstøðuni, uttan at geva sær far um, at hendan peningainnspræningin eisini skal gjaldast onkursvegna, og her er tað skattgjaldarin, tú og eg, sum í síðsta enda standa við rokningini.

Í hesi støðu nýtist ikki alt at verða av tí ringa, nú vit eru har, vit eru.

Vit kunnu nýta høvi at byggja uppaftur á ein skynsaman og burðardyggan hátt.

Tann ótálmaði vakstrarbúskapurin, hópturisman og yvirforbrúkarasamfelagið var í ferð við at gerast ein trupulleiki.

Tengt at hesum er tann heimsumfatandi umhvørvistrupulleikin.

Við skynsamari politiskari stýring hava vit nú møguleikan at rætta inn.

Royters

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo