Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røða hildin nú íverkseteradagurin varð hildin í Løkshøll seinrapartin í dag.

Ein dagin fundur var í vinnunevnd løgtingsins, fyri nakað nógvum árum síðani, komin nakað inn í hesa øldina, høvdu vit ynskt at hoyra formann Búskaparráðsins um støðuna í landinum. Ein av nevndarlimunum var Kjartan Joensen, skipari og útgerðarmaður, úr Leirvík. Ungi búskaparformaðurin díkti á retorisku kvørnina, oysti út av sínari alvitan, og fyri onkrum tyktist hann í so modernaður og øðrvísi. Tað loypti hvøkk á okkum konservativu steggjar, táið hann brádliga varpaði upp í skil okkara, at Café Natúr og virksemi av tí slagnum hevði ovurstóran týdning fyri føroyska búskapin. Yvir um borðið varð spjallað, sum vóru menn dotnir niður við borðstokkarnar av hvør sínari planet, og tá fróðligi gesturin helt fyri, at hendan umrødda café´in í Havn hevði líka stóran týdning sum eitt fiskiskip fyri búskapin, var tað at tingmaðurin, sum eisini var skipari og reiðari á rækjutogaranum “Hvilvtenni”, tók til gitnu og nú legendarisku orðini, at so kundi hann akkurát tað sama fara undir at innflyta kaffi og í somu syftuni selja skipið.

Hetta er eitt vælkent skisma í landinum. Ein kíli sum skilir. Vit, sum eru uppvaksin í økjum við nógvari skipaferðslu, fiskiskapi og framleiðslu til útflutnings hava kanska í ov stóran mun havt ta fatan, at framleiðsla og exportur var búskapurin, allur búskapurin, meðan tey sum búgva í umsitingarbýnum, høvuðsborgini, tógvin og íhaldin halda, at café latte, cappuccino og cortado klivarnir á hvørjum geilarhorni, eru einsamalla grundarlagið undir samfelagnum. Búskparfrøðingar-nir hava á lærdum háskúlum lært at síggja allar kordelarnar í weirinum - høpinum, og tað er rætt, í ávísan mun, at tað ber til at liva av at klippa hvørjum øðrum. Tað kemur ikki ein einasti stertur upp á land á Manhattan, kortini fungerar ongin býur í heiminum betri enn New York.

Sjálvur eri eg uppvaksin í tveimum bygdum, í Syðrugøtu og á Glyvrum, har alment og kommunalt virksemi var - og síðan hevur verið - ógviliga fyri ikki at siga rættiliga avmarkað. Hálvur ella heilur kommunuskrivari. Ein sum jodaði eyrvegirnar, onkur hevði posthúsið og annar sjúkrakassan. Onkur las SEV-málaran av eina ferð um árið og einhvør ábyrgdarmaður hevði skil á bygdarinnar tarvafelag. Í skúlanum royndu kennarar at kálvføða borgarar til framtíðina. Primervinna og framleiðsla fyri rest.

Slipsaknúturin varð bara knýttur sunnu- og halgidagar, kampuniformurin var ketilsdraktin og herrópið kundi verið, sum skaldið Jóanes Nielsen tók til í bókaheitinum á einu skaldsøguni: Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum. Kringumstøðurnar skapa í stóran mun menniskjað, tí var tað ikki so løgið, at hetta ávirkaði hugsanina tann vegin, at framleiðsla, útflutningur og búskapur vóru eitt og tað sama.

Seinri fann eg út av, at í mun til Jákup Sibba, sum ikki kendi S fyri K, táið hann fekk í lógbókina at sjá, høvdu teir báðir kombattantarnir í vinnunevndini hendan dagin, skiparin og búskaparfrøðingurin, nakað av rætti hvør í sínum lagi. Eitt samfelag, sum í stóran mun innflytir sínar brúksvørur, skal yvir tíð framleiða og útflyta fyri somu peningavirðir, fyri at halda eini neyðugari javnvág í peningatrafikkinum um landamørk, meðan samlaða skapanin úr hondum og høvdum fólksins, sum er væl størri enn útflutningsframleiðslan, speglast aftur í bruttotjóðarúrtøkuni. Svarið til alt hetta er aktivitetur, sum onkur onkuntíð hevur sett í gongd – einaferð á tíðarinnar morgni stóð ein eldhugaður íverkseti á røttum stað í røttum tíma, annars hendi onki ella alt ov lítið.

Samfelagsstruktururin er snikkaður til fyri at umsita og tryggja basisfunktiónir og undirstøðukervi, - ikki til at íverkseta og fremja vinnu. Hetta má koma úr fólkahavinum, frá einstaklingum ella samtøkum. Í búskaparskipan sum okkara, ið støðugt hevur tørv á vøkstri, er átrokandi við ídnari íverksetan.

Í stóran mun hevur exportframleiðslan í Føroyum verið baserað á egna rávøru – ull og fiskur. Ull úr haga og bøi og fiskur úr spísikamarinum innanvert egið fiskimark og samsvarandi strandalandaavtalum og alifiskur av firðum og vágum. So fastlæst var hetta konseptið – egin rávøra og framleiðsla úr henni – at politiska skipanin fall fyri freistingini at subsidiera, heldur enn at reformera skeivar strukturar í stálinum, frá miðskeiðis í sjeytiárunum fram til búskaparkreppuna í heimsflokki í 1992. Tað er lætt at vera afturhvarvandi eftirsnarur, men trýst varð á tann skeiva vinnupolitiska knøttin, av tveimum, táið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar hin 1. janur í 1977, - og skilið bleiv hareftir. Hinvegin hevði tann skilagóða avgerðin, at tryggja okkum spísikamarið fyri alla framtíð, tann ovurhonds stóra fyrimun, at rávøran til exportframleiðslu var tryggjað. Ein fløskuhálsur kann tað kortini vera, at vit ov einoygt halda, at hendan rávøran einsamøll í allar ævir fer at bera búskapinum. Helst fer voluman at vaksa í alingini, alt eftir hvussu royndirnar við størri smolti og royndum á uttari leiðum fer at eydnast, men vit skulu ikki rokna við at okkara partur av svimjandi fiskastovnunum fer at vaksa munandi, harvið má vøksturin finnast í aðrari skapan, eisini í verandi primervinnu, ali- og fiskivinnuni, skal ein vaksandi búskapur, sum eigur í sær krøv um øktar vælferðartænastur og harvið eina ómettiliga útreiðslusíðu, halda stand framyvir. Hesin vøksturin kann bara koma úr góðum hugskotum og íverksetan. Manhattan varð nevnt sum dømi, men hetta er ikki stakdømi, tað eru mong lond, sum í stóran mun liva av at innflyta rávøru, framleiða vørur úr henni, fyri síðani at útflyta hana aftur við vinningi - skroyvandi væl upp á røttu síðuni á handilsjavnum teirra.

Eitt rák í longri tíð hevur verið, at vit senda allan okkara ungdóm á miðnám, sum í stóran mun eru útbúgvingarstovnar, ið hava til endamáls at vera rekrutteringsreiður til samfelagsstovnar, sum skulu administrera – umsita - felagsognina – samfelagið. Hetta eru týðandi organir, institutiónir - eisini vinnulívið hevur tørv á magnfullum og væl skipaðum samfelagsstrukturum - men hesi framleiða onki, og tað skulu tey heldur ikki, tí fara vit frameftir at fáa ein vaksandi tørv á útbúgvingum, sum hála upp úr svørðinum framtakshugaðar spírar, ið síggja møguleikar fyri at fara undir eitthvørt í vinnusegmentinum.

Til tað krevst eggjan, og at hesi fólkini verða hildin til. Eisini tí hava vit brúk fyri virknum deplum sum Íverksetarahúsinum í Klaksvík og Sigrúni Jónsveinsdóttir og hennara stabi, ið tíbetur hava valt at innlogera seg fyri ein seinrapart í Løkshøll, sum er mentanarfasilitetur í tí mest pulserandi vinnuøkinum í landinum, serliga táið tað snýr seg um framleiðslu til útflutnings.

Klaksvíkar Vinnulívsráð roknaði seg fyri kortum fram til, at Eysturoyggin eigur 64% av øllum útflutningi landsins. Tað krevur aftur, at undirstøðukervini eru til taks, men í so máta kundu vit havt staðið í einum betri ljósi á bonaðu fjalunum og í politisku korridorunum enn higartil. Optimalir vinnumøguleikar hava tørv á rímiligum almennum gongulagi og íløgum, skal optimalt fáast burturúr. Innkomuvegurin til og frá Tangafjarðartunlinum, sum nú kavaði í fíggjarnevnd løgtingsins, og sum ikki kom upp í sævarmálan aftur, øllum politiskum flokkum fyri at takka, ongin nevndur ongin gloymdur, er gott dømi um, at lítið verður borið aftur í mun til tað sum verður borið til. Kanska hava vit knarrað ov lítið, men tað liggur ikki til eysturoyingin at seta seg í eina óvirkna offurrollu, bíðandi eftir at onkur annar tekur um endan.

Kverulantarí er ein lívsstílur, sum í løtum kann loysa seg fyri onkran, men yvir tíð heldur tað ikki til meiri enn táið kellingin pissaði í sokkarnar. Harfyri kundu vit hugsað okkum, at størri javnvág var í peningaflutninginum til og úr landskassanum, - enn sum nú er galdandi. Í løtuni fungerar Eysturoyggin í stóran mun sum nettoveitari til umfordeilingina av landsins fæi til øll onnur heraðshorn enn júst okkara egna.

Í einum drúgvum lívi, uppalin í vinnuumhvørvi burturav, at kalla, skert tað ikki burtur, at man hevur staðið undir liðini á fleiri teirra, á fyrstu parkett, heilt frá tí at vit og skil gjørdu innrás í egið lív.

Íverksetarar á fleiri mótum. Yvirhøvur er hetta eitt slag av fólki, sum ikki hevur tørv á at standa í ljósglæmuni, í fokus, og viðurkenning frá øðrum ger teimum ongan mun - hevur lítlan og ongan týdning. Smidleiki – fleksibilitetur, virkismáttur, mong góð hugskot, góðar relatiónir og hart arbeiði eru fyrst og fremst eyðkennini, sum hanga uppi við hesum fólkum. Og sum hin gitni Henry Ford tók til: “Whether you think you can or you can’t, you’re right.” Títt egna tankagóðs er alt avgerandi, tú setir sjálvur tínar egnu avmarkingar. Hevur tú ikki álit á tær sjálvum, trýrt á teg sjálvan, hví skulu onnur so gera tað?

Íverksetarin ræður yvir sínum egna lívi, leggur sjálvur rásirnar, frælsi er hansara skjaldramerki, men samstundis skal hann offra, og tað krevur meiri arbeiðsorku enn hana, sum bert røkkur til 6-7 tímar gerandisdagarnar í vikuni. Hetta snýr seg um 365 faldað við 24. Arbeiðsárið. Hetta ger kortini ongan mun hjá einum røttum íverksetara, tí tað snýr seg ikki í fyrsta lagi um egnan tørv og hvíld, men um skapan, framleiðslu og handil – fyri egnan og samfelagsins vinning. Tí er ein íverkseti væl øðrvísi samanskrúvaður enn tey, sum hava funktionerlyndið íborið. Og vit hava stórliga brúk fyri hesi týpuni á vinnuligu slagmarkini, skulu vit hóra undan í ókomnum døgum.

Føroyingar eru vanahugsandi, traditionellir, konservativir. Var pápin skipari mátti sonurin eisini vera skipari, var pápin lækni – sonurin lækni, pápin prestur – sonurin prestur. Mamman ljósmóður – dóttirin ljósmóðir, mamman kennari – dóttirin kennari, mamman flakakvinna – dóttirin flakakvinna.

Ílegustrongurin, DNA´ið, og sosiali arvurin gingu saman í eitt. Eitt dømi úr mínum egna umhvørvi skákar hetta mynstrið eitt vet, her fer samfeldi strongurin, DNA´ið og sosiali arvurin, frá mammu til son og haðani til abbasonin. Dømið sigur okkum, at íverksetarahugurin, og ikki minst evnini, raka einstaklingar í sama høpi, somu fjølskyldu, eisini tí at umhvørvið eggjaði til tað.

Abbi mín í Syðrugøtu keypti handilin, ráfiskakjallaran og benzinpumpuna í bygdini í 1931. Ring rakár í vesturheiminum, - eisini í Føroyum. Absalon á Dunganum hevði átt hann, handilin, og hann var nú fluttur yvir á Skála, har hann hevði keypt skipasmiðjuna og reiddi skip út, og eftir at abbabeiggin, Jóan Pauli Gregersen, abbi teir á Luna og Hiddenfjord og Fiskavirkinum í Norðragøtu, hevði havt handilin um hendur eitt skifti, tók abbin yvir.

Kona abba mín, omma mín, var ein ótroyttilig kona. Fugladúrar vóru henni nóg nógv. Hon livdi í pakt við 1. Mósebók, kapitul 3, ørindi 19: “Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!” Hon var íverkseti og superoptimist. Sá ongar forðingar, yvirhøvur, og himpraðist ikki við at taka fatt. Sosiala instinktið var eisini magnfylri enn hjá teimum flestu. Hetta fekk hana at fara undir átøk, sum høvdu til endamáls at fáa sum mest úr føroysku ullini. Hetta var í tíðini, táið ull var Føroya gull, - áðrenn roykin frá trivaligum hagabálum, har lítisverda ullin sum roykur guvar upp í skýloftið. Í spísistovuni gingu tríggir rokkar, Ólavur sonur hennara, sum tá var óviti, stóð tógvin, treiskur og arbeiðssamur við tann eina, Langi Petur Hans við ein annan og Tummas Hans við hin triðja og Sanna á Teigum og Simona á Túvu tøttu ella bundu bular, ermar – troyggjur. Í onkrum kamari á loftinum sótu konur og nappaðu. Heimið mentist til eina verksmiðju. Tá bretska hersetingarvaldið tók landið, vildu teir hava fínar troyggjur, sum vit róptu tær, og sum stríðsárini liðu, gjørdust stovan og loftskamarið ov lítil. Nú varð kjallarin innrættaður við bindistovu, stórum vaskikørum og centrifugu. Undir handlinum stóð landtunnan, sum varð brúkt til at vaska ullina í og við. Tøtingarkonurnar gjørdust fleiri, og kring um allar Føroyar glintaði frá stokkunum, úr lógvunum á konum, sum nú vóru farnar at binda fyri ommu. Troyggjurnar komu úr øllum landsins heraðshornum til Gøtu, haðani tær við postinum vórðu exporteraðar til ymsar marknaðir í útlondum. Eitt dømi um, at framleitt var eftir marknaðarviðurskiftum, var massiva bindingin av húgvum veturin 1946/1947, sum var serliga kaldur í Danmark. Seinri gjørdust skipstroyggjurnar, sum eisini vóru móti í Føroyum, álitið. Umframt knappa- og stimatroyggjur til heimamarknaðin. Tað var lívgevandi at vaksa upp í hesum umhvørvinum og ímillum hesar fittligu og virkishugaðu konurnar óvitaárini.

Ólavur Gregersen, senior, var bert 54 ára gamal, táið hann doyði í 1980. Kendur maður í Føroyum og uttanfyri oyggjarnar. Hann var sonur ommu mína og mammubeiggi mín. Hann sá møguleikan í virkseminum hjá mammuni, og fór ungur undir at fáa spinnarí og tøtingarvirki upp at standa í heimbygdini. Ein modernisering av virkseminum hjá mammuni, kortini við sama infrastrukturi.

Harumframt fekst hann við handil og skiparakstur og mangt annað. Ein íverkseti par excellence. Nógvar hendur gingu títtar í hansara regi og undir hansara leiðslu. Skroyvandi upp í hagtølunum á útflutningssíðuni í føroyska handlinum við útlond.

Tey flestu hava helst skrivað ein stíl í skúlatíðini undir yvirskriftini: Hvat ætlar tú at gera, táið tú gerst vaksin maður ella kvinna? Ein 12-13 ára gamal drongur av Nesi, í 6. flokki í Tofta skúla, skrivaði eisini ein stíl um hetta evnið, á donskum, og hann var sannførdur um, at hann ætlaði at gerast spinnari og at gera eitt spinnarí, táið hann bleiv stórur - á sama hátt sum abbin. Onkur hómaði ein íverksetaraspíra. 22 ára gamal stovnaði hann sína egnu fyritøku. Í 2004. Navia. Tógv. 15 ár seinri hevur fyritøkan vunnið seg upp á ein umsetning á 15 milliónir krónur. Keypir alla ullina sum Búnaðarstovan fær frá føroyskum bóndum, 10-20 tons, spinnir í Turkalandi, sum Føroyar hava fríhandilsavtalu við, og tógv og bundnar vørur vera fluttar út til marknaðir í Danmørk, Noreg, Svítjóð, Íslandi, Grønlandi, USA og Canada umframt tað sum verður selt á heimamarkninum. Í 2011 var hann kosin ársins íverkseti. Óla Kristian á Torkilsheyggi. Navia stjórin. Umframt hugin til íverksetan hevur hann eftir øllum at døma evnini at administrera eina vaksandi fyritøku – hevur lært, at frá høvdinum skal tú hvalin skera, og frá kjølinum skal tú bátin gera.

Taki hetta ikki fram av egoistiskum fjølskylduorsøkum, men tí at hetta er eitt av nógvum dømum um, at íverksetaraglóðin ferðast frá individi til individ, um tað liggur í - onkursvegna. 80 ár eftir at rokkarnir stóðu og stokkarnir gingu heitir í spísistovuni í Grógv í Syðrugøtu, heldur virksemið fram í Oyrunum á Toftum.

Tað er meiri ein lívsstílur enn eitt arbeiði at vera íverkseti. Tað krevur gyrðni, kolossalan arbeiðshug, offurvilja, men gagn og fyrimunur er frælsi og at síggja gróður um egnan gangandi fót.

Skal samfelagið halda fram við at vaksa, skal tað áhaldandi setast í verk, íverksetast, annars kemur stígur í og vit renna okkum í status quo, ið er tað sama sum afturgongd í mun til kappingarneytar og kringumstøður. Samfelagið og politiska skipanin eigur eisini at hava sær hetta fyri eyga, at eggja og skipa undirstøðukervi, sum ger tað møguligt hjá ungum spírum at fremja síni hugskot í verki.

Harumframt krevst, at peningastovnarnir aftur fara at uppfata seg sjálvar sum annað enn mjólkikýr hjá egnum partaeigarum.

Eitt samfelag hongur saman av nógvum javnvágum. Brúk er fyri umsiting, café´um, skiparakstri og tøting. Dragnar í einum høpi viknar í øðrum, tí ræður um stútt og støðugt at skera hvalin frá høvdinum og at laða bátin frá kjølinum.

Í allari framtíð verður tað altíð brúk fyri íverksetarum.

Takk fyri høvið, at hugleiða um eitt serstakliga viðkomandi og neyðugt høpi, ið er alneyðugt, um tjóðin frameftir skal standa uppi av sær sjálvari, uttan kunstiga innspræning úr sveittanum hjá øðrum. Hann ið ikki megnar at standa uppi av sær sjálvum, við egnari uppdrift, gerst ein byrða og plága fyri onkran annan, - eisini tað er ein partur av hugburðinum at fremja gróður í einum samfelag. Tað eydnast ikki altíð, men hann ið onki váðar, hann onki vinnur.

Hjartaliga takk fyri at tit løgdu leiðina framvið her í Runavíkar kommunu.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo