Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag at rokna verður lívið truplari hjá ókoppsettum í Fraklandi. Tað hava myndugleikarnir gjørt av, fyri at fremja koppsetingina av øllum fólkunum í landinum.

Ert tú ikki koppsettur, ber frá í dag at rokna ikki til at fara á matstovu, vertshús ella til mentanar- og ítróttartiltøk. Ókoppsett kunnu heldur ikki koyra langar teinar í toki.

Higartil hevur borið til at vísa negativa koronatest, men ikki longur. Tey sum hava verið smittað nýtast tó ikki koppseting.

Í eini skiftistíð ber til hjá teimum, sum hava fingið tíð at koppseta seg, men ikki eru sloppin framat, at fáa undantak frá nýggju avmarkingunum.

Nógv kjak hevur staðist av nýggju reglunum, og avmarkingarnar verða bert galdandi, so leingi sum koronafarsóttin krevur tað, sum sagt verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo