Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá í dag er ikki longur loyvt at selja sigarettir í litríkum pakkum í Danmark.

Talan er um eitt lið í einum átakið sum hevur til endamáls at fáa færri ungfólk at byrja at roykja. Lógin varð samtykt í 2020, og eftir eina skiftistíð kemur lógin so í gildi í dag.

Felagsskapir sum stríðast ímóti eitt nú krabba hava leingi víst á, at innpakkingin av tubbaksvørum hevur nógv at týða fyri, hvussu nógv fólk roykja.

Pakkarnir skulu nú hava ein einstáttaðan grøn-brúnan lit. Og talan er um somu reglur, sum longu eru galdandi í fleiri øðrum londum, eitt nú Fraklandi, Stórabretlandi og Noregi.

Ymsar vørur, eitt nú snús, eru undantiknar lógini.

VP hevur spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um lógin eisini er galdandi í Føroyum, men tað er hon ikki, sigur hann.

Spurdur um tað kann væntast, at hon verður sett í gildi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin, at tað verður tikið upp í samband við nýggju krabbameinsætlanina sum verður handað 8. Apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo