At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Kennir tú teg strongda/n ella útbrenda/n?

Kom á skeið 9. juni og fá vitan um, hvussu tú við virknum amboðum kanst læra at handafara og fyribyrgja strongd, bæði hjá tær og tínum starvsfeløgum.

Sinnalagið, svøvnur og mentalu evnini vikna
Eru vit strongd fáa vit minni burturúr. Sinnalagið, svøvnur og mentalu evnini vikna. Arbeiðslagið verður verri og somuleiðis okkara lívsgóðska. Strongd ávirkar m.a. okkara sinnalag, svøvn, sosiala tørv, hvussu væl vit eru fyri og mentalu evnini. Við virknari strongdarhandfaring ber til at virka betur, bæði til arbeiðis og heima.

At vera strongd/ur er ein álvarsom støða, sum vit eiga at gera okkurt við.

Luttakararnir seinast vóru sera glaðir fyri skeiðið og góvu tí heili 11,5 eftir 13’skalanum

Luttakari sigur:"Eitt super gott skeið, sum gav mær orku og stríðsvilja"

Brot úr skránni:

·         Hvat er strongd og útbrendheit?

·         Munurin á at hava nógv at gera og strongd

·         Hvat ger strongd við okkum?

·         Hvussu fært tú meiri yvirskot og svevur betur?

·         Góð og virkin amboð fyri strongd og útbrendheit

·         At hjálpa starvsfeløgum sum eru strongd ella útbrend

         ·         Uppbyggjandi og konkretar loysnir til strongdartrupulleikar hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum

Plássið til skeiðið er avmarkað. Tekna teg HER ella á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo