Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv.

Kommunan hevur kunnað álitisfólkini og starvsfólk á dagstovnunum, við brævi og fundi, at “starvsfólkanormeringin ikki hevur fylgt við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.

Vit fegnast um at kommunan viðurkennir eina høvuðsavbjóðing á dagstovnaøkinum.

Vit eru sannførd um, at eindarleiðsla ikki fer at hjálpa við námsfrøðiligu dygdini, sum er ætlað børnunum á dagstovnunum.

Vit eru sannførd um, at ætlaðu pengarnir høvdu gjørt størri mun inni á dagstovnunum millum børnini.

Vit vita, at Tórshavnar kommuna brúkar ein normeringslykil, sum ikki er dagførdur í fleiri ár.

Vit vita, at tað er fíggjarleisturin, sum er størsta avbjóðingin hjá dagstovnunum.

Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv.

Føroya Pedagogfelag og álitisfólk í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo