Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í framhald av fíggjarnevndarfundi og býráðsfundi í gjárkvøldið - sum eftir øllum at døma síðani er ógyldaður, eftir at vit í minnilutanum gjørdu vart við at meirilutin í Býráðnum hvørki virdi tær mannagongdir, sum hava verið galdandi í býráðsarbeiði í Havn og í Føroyum seinastu nógvu árini – og heldur ikki  virdi skylduna at kunna minnilutan um, at mannagongdir verða broyttar, og at virðingin  fyri galdandi lógum var slept – hevur meirlutin aftur kallað inn til nýggja fundarøð í kvøld.

Eftir miseydnaðu og ólógligu royndina í gjár, at skunda eitt mál ígjøgnum, sum meirlutin hevði sett í verk uttan tær neyðugu samtyktirnar, so eru vit í minnilutanum sera ótrygg við tað sum gongur fyri seg, og um býráðsarbeiðið hjá meirlutanum, sum vit meta ikki er á lógligari grund. Tá so er vilja vit ikki luttaka á ætlaðu skundfundum í dag, fyrr enn greiða er fingin á at allar mannagongdir eru í lagi so okkara demokratiski rættur at virka sum býráðslimir verða virdir.

Vegna minnilutan í Tórshavnar býráð
Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Annfinn Brekkstein 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo