Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgmansskrivstovan: Smittutølini seinastu dagarnar hava tíverri verið vaksandi.

Í gjár vóru heili 180 nýggir smittutilburðir staðfestir.

Hetta merkir, at talið av smittaðum um dagin seinastu vikuna, nú er farið upp um 75 pr. dag, sum er vegleiðandi markið fyri reyða tilbúgvingarstiginum í ferðsluljósskipanini.

Í løtuni er tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt.

Tí er avgjørt fyribils at vera verandi á gula stiginum.

Landsstýrið fylgir alla tíðina neyvt við gongdini, og hevur leypandi tætt samband við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina.

Versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan.

Landsstýrið hevur eisini heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, sum í sínari tíð varð ásett við støði í Delta frábrigdinum.

Smittustøðan er framvegis álvarsom.

Heitt verður á øll um framhaldandi at virða tilmælini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo