At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Millum tey á allar ovastu rók í Grønlandi eru Kim Kielsen, landsstýrisformaður, Julia Pars, stjóri í Visit Greenland og Martin Birkmose Kviesgaard, stjóri í Grønlandsbankanum. Eisini stjórarnir í Greenland Holding, Karsten Høy, Arbeiðsgevarafelagnum, Brian Buus og Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, verða nevnd.

Nógv donsk nøvn, og tey atfinningarsomu siga eisini, at frágreiðingin manglar nógv og er alt ov donsk, skrivar miðilin Altinget.

Tey 123 fólkini sum verða nevnd í frágreiðingini røkja tilsamans 701 størv við stórum valdi bæði innan tað privata vinnulívið og almennu umsitingina, og eru harvið tey valdmiklastu í Grønlandi, staðfestir frágreiðingin.

Tað eru granskarar við Roskilde Universitet og CBS sum hava gjørt frágreiðingina.

- Øll samfeløg mugu hava áhuga í gjøgnumskygni og í at vita, hvør tað er sum tekur avgerðirnar, sigur ein av granskarunum sum hava skrivað.

Les alla frágreiðingina her

Les grein í Altinget her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo