Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjóvinnustýrið hevur skrivað frágreiðing um hendingina, tá Krossteinur sakk 8. apríl útfyri Porkerisnes.

Krossteinur var alibátur hjá Bakkafrost í Suðuroynni, og var í holtur við at kanna fisk og aliringar á Hovsfirði, tá fyrst annar og síðani hin motorurin gingu heitir so teir máttu sløkkjast. Nógvur roykur var í maskinrúminum, men tað er ivasamt um eldur var í.

Í frágreiðingini stendur millum annað:

"Boð vórðu send til alibátin Stórafles, um at neyðugt var at sleipa Krosstein inn á Vág. Stutt eftir at sleipið er byrjað, fær skipið slagsíðu á stýriborði. Avgjørt varð at sleppa endanum og taka manningina av Krossteini yvir á Stórufles. Skiparin á Krossteini metti tá, at Krossteinur hevði eina slagsíðu á stýriborð á uml. 15 stig.

Stórafles fór frá Krossteini orsakað av átrokandi arbeiði við aliringarnar. Hettar hevur verið innan kl. kl. 07:08, tá ið Brimil hevur samband við Stórufles fyrstu ferð. Kl. 07:30 boðar Stórafles Brimli frá, at Krossteinur hevur lagt mastur í sjógv, og at Krossteinur helst er farin runt. Kl. 08:08 kemur alibáturin, Skarvanes, úr Vági á staðið. Tá er eingin bátur at síggja.

Krossteinur má tí metast at vera sokkin ímillum kl. 07:30 og kl. 08:08. Knattstøðan har báturin sakk er áleið 61°28’67N; 006°40’18V, ella uml. ein hálvan fjórðing í ein landsynning úr Porkerisnesi."

Ongin endalig niðurstøða er gjørd, men fleiri ábendingar eru. Nógvur uppgangur hevði verið dagarnar áðrenn, og tað kann hugsast, at onkur skaði er komin á skrokk ella sjógvinntøk, sum eisini kunna vera blivin tipt tá báturin lá við tómgongd við bryggju í 3 tímar. 

"Útfrá einum sjónarmiði um, at tað í føroyska flotanum eru umleið 80 líknandi bátar, at Krossteinur sakk, og at mannalív kundu haft verið í vanda, tá óhappið hendi, fer Sjóvinnustýrið, í samráð við reiðaríið hjá Krossteini og øðrum aktørum á økinum, at viðgera málið við tí fyri eyga at betra enn meir um trygdina a sjónum. Leisturin í hesum arbeiði fer at snúgva seg um ábendingarnar nevndar í frágreiðingini, við serligum atliti til trygdarútgerð, tekniskar avbjóðingar og loysnir, skrokk-integritet og førleikar hjá manning sum heild. Átøk skulu gerast skjótast gjørligt og í komandi framtíð, trygdini á sjónum til frama," sigur Sjóvinnustýrið millum annað.

Øll frágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo