Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sambandi við at orðaskifti hevur tikið seg upp um arbeiðið at útvega list til byggiverkætlanina Skúlin á Fløtum, er henda frágreiðing skrivað.

23. mai 2016 var hakin settur í at byggja nýggjan skúlabygning á Fløtum til skúla-, frítíðarskúla og annað ítrótta- og frítíðarvirksemi. Skúlin verður væntandi tikin í nýtslu í okt. 2020.

Sambært galdandi reglugerð, sum býráðið hevur samtykt, fyri útvegan av list til byggiverkætlanir av slíkum slag, er ásett, at setast skulu av 1,5% av byggikostnaðinum (handverkaraútreiðslunum) til útvegan av list. Til hesa verkætlan var sett av 2.5 mio.kr. umframt møguligt meirvirðisgjald. Eitt stevnumið í sambandi við listina sbrt. byggiskránni fyri skúlabyggingina var, at listin skuldi taka støði í hugtakinum um sjónliga læring ella læring í listini og sum skuldi ganga hond í hond við byggilistina. Útvegan av list til slíkar byggiverkætlanir er løgd til listabólkin í Tórshavnar kommunu.

Listabólkurin virkar við støði í sonevndu armlongdarmeginregluni frá politisku skipanini, t.v.s. bólkurin virkar og tekur avgerðir einsæris, tó so at umsitingin hevur verið til hjálpar í hesum máli.

Í listabólkinum eru: Listaábyrgdarhavandi í kommununi, býararkitekturin, listafakligur ráðgevi á Listasavni Føroya. Í hesum málinum hevur býararkitekturin verður umboðaður av arkitekti frá Býarskipanardeildini og mentamálaleiðarin verið umboður av skúlastjóranum fyri Skúlan á Fløtum. Listasavn Føroya trekti seg úr bólkinum á heystið 2019, tí tey sóu sína uppgávu at geva listafaklig ráð og ikki innganga í slíkar tilgongdir viðv. búskaparligum viðurskiftum.

Í mars 2018 var lýst við møguleikanum til listafólk at bjóða seg fram til at listprýða nýggja skúlabygningin á Fløtum.

Í almennu kunningini/fráboðanini var m.a. sagt:

“4. Listabólkurin metir um innkomnu uppskotini og skilar sær rætt til frítt at velja millum uppskotini og lata einum ella fleiri listafólkum uppgávuna ella ikki at taka av nøkrum uppskoti.

5. Tá ið listabólkurin hevur tikið avgerð um, hvør ella hvørji listafólk verða biðin um at gera listaverkið/listaverkini, verður sáttmáli gjørdur við viðkomandi listafólk, har m.a. treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og annað verða ásettar.

...

Við støði í eini heildarmeting av uppskotunum tekur Listabólkurin endaliga støðu til, hvørji listafólk fáa uppgávuna at listprýða Skúlan á Fløtum. Avgerðin verður m.a. grundað á dygdina í uppskotunum og samanspælið við staðið, byggilistina, skúlan og brúkararnar.

Listabólkurin tilskilar sær rættin at fylgja gongdini í arbeiðinum og til eina og hvørja tíð at siga upp avtaluna, verður mett, at gongdin ikki er nøktandi.
Listabólkurin tilskilar sær eisini rættin at heita á listafólk um at koma við uppskotum til listprýðingina.”

Freistin fyri at lata inn uppskot var á sumri 2018. Inn komu 14 uppskot frá 18 persónum.

Listabólkurin valdi at fara víðari í samskifti við Edward Fuglø, Hansinu Iversen og Jón Sonna Jensen.

Síðani tá hevur verið ein stigvíst tilgongd við hesum listafólkunum og ráðgevum v.m. yvir eitt longri tíðarskeið.

Á heystið 2019 fekk listabólkurin meiri nágreinaði upplegg frá listafólkunum og gjørdist skjótt greitt, at uppleggini frá listafólkunum til list og kostnað, umframt aðrar atknýttar kostnaðir, ikki kundi rúmast innanfyri ásettu játtanina. Her serliga tí eitt listaverk kravdi útrokningar og atgerðir, av tí at talan er um eitt stórt verk, ið er tungt og hongur niður úr loftinum í miðøkinum í høgari hædd. Samlaði kostnaðin var tá samanlagt yvir 3,1 mio.kr. Talan var sostatt um eina upphædd, sum var munandi størri enn ásetta upphæddin. Neyðugt var tí at gera tillagingar í ætlanunum.

Í okt. 2019 kom Listabólkurin til ta niðurstøðu, at tað var rættast at arbeiða víðari við verkætlanum hjá tveimum listafólkum. Hesi vóru ávikavist Edward Fuglø og Jón Sonni Jensen, tí teirra upplegg á bestan hátt livdu upp til ynskini við listini. Harumframt avgjørdi Listabólkurin at veita eina samsýning fyri innleiðandi arbeiðið til listafólkið, ið ikki fekk sáttmála í hesum umfari.

Í dialogi við listafólkini og advokat vegna LISA og Føroysk Myndlistafólk, vóru gjørdar tillagingar bæði í vavi og kostnaði soleiðis, at tað bar til at fáa nøkur spennandi listaverk til bygningin og samstundis halda givnu játtanina. Harumframt var tá eisini rúm fyri at veita 100 túsund kr. í samsýning til listafólkið, ið ikki fekk sáttmála, umframt at kunna dekka aðrar kostnaðir knýttir at verkætlanini. Í feb. 2020 vóru sáttmálar gjørdir við Edward Fuglø og Jón Sonna Jensen. Ætlandi verða øll verkini liðugt avhendaði í september 2020.

Útvegan av list í hesum máli er at meta sum ein stigvís útboðstilgongd og har mett verður, at tað eina listafólkið greitt ikki hevur fingið sáttmála ella bindandi lyfti um sáttmála við Tórshavnar kommunu, men har kommunan vil veita eina sámiliga samsýning fyri innleiðandi arbeiðið, sum listafólkið hevur gjørt. Listafólkið hevur ikki tikið av møguleikanum enn.

Tórshavnar kommuna sær fram til í heyst at kunna sýna forvitnisligu listaverkini í Skúlanum á Fløtum fram fyri almenninginum.

Listabólkurin
Tórshavnar kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo