Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um Bústaðir, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a.)

1. Ætlar landsstýrismaðurin at lata Bústaðir fara undir fleiri bústaðaverkætlanir, og um so er, hvussu nógvar bústaðir er ætlanin at byggja í hesum valskeiðnum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at krevja, at Bústaðir virka á vinnuligum grundarlag, sum arbeiðsbólkurin mælti til?

Svar:
Til nr. 1
Tann 6. mars 2020 fekk eg handað eina frágreiðing við møguligum bústaðapolitiskum átøkum, men orsakað av støðuni við COVID-19 er frágreiðingin ikki vorðin liðugt viðgjørd í landsstýrinum.

Í løtuni fái eg tí ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvussu nógvar nýggjar bústaðaverkætlanir Bústaðir fer undir í hesum valskeiðinum.  

Til nr. 2
Sum kunnugt vórðu fleiri møguleikar umrøddir í frágreiðingini. Nevnast kann, at ein av møguleikunum snúði seg um at býta Bústaðir sundur í ein meira avkastgevandi part og ein minni avkastgevandi part, meðan ein annar møguleiki snúði seg um at geva Bústøðum fíggjarligt rásarúm til at halda fram eftir verandi leisti.

Ikki fyrr enn frágreiðingin er liðugt viðgjørd í landsstýrinum, fái eg sagt nakað ítøkiligt um bústaðapolitisku ætlanirnar hjá landsstýrinum.
 
Tórshavn, 18. mai 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo