Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri vilja gera tað til, at um mann ikki stuðlar teirri egocentrisku herferðini hjá Jenisi av Rana í málinum um sendistovu í Jerusalem – ja, so er mann ímóti Ísrael.

Ísrael er einasta fólkaræði í Miðeystri, og tí mugu vit stuðla landinum, bleiv enntá sagt á tingi í dag – sum verja fyri Jenisa solospæli. Hvør skal siga: Um mann er ímóti føroysku sendistovuni í Jerusalem, so stuðlar mann ikki Ísrael.

Hetta er at misbrúka vælvild føroyinga móti Ísrael, og spenna hana fyri ein vandamiklan vogn, hvørs einasta endamál er, at Jenis av Rana skal koma í fokus.

Vit hava sæð sama taktikk frá Jenisi fyrr, tá boðini hava verið, at vissi mann er kristin, eigur mann ikki at velja ávísar politiskar flokkar.

Flestu føroyingar eru kristnir – men tað merkir ikki, at flestu føroyingar velja Miðflokkin.

Allar, allar flestu føroyingar virða Ísrael. Og eg havi aldrin hoyrt ein føroying siga annað enn, at Ísrael bæði hevur rætt at vera til og at verja seg móti ágangandi grannum. 

Eg haldi ikki at ein einasti føroyingur stuðlar teimum víðgongdu jihadistum, sum vilja Ísrael ann. Fanatikararnir í Hamas hava neyvan ein einasta fjeppara her á landi.

Men fyri tað, um mann vanvirðir Hamas og virðir Ísrael, nýtist mann altso ikki at taka undir við sendistovuni hjá Jenisi.

Vit mugu minnast til, at Jerusalem er eitt slag av religiøsum “høvuðsstaði” hjá bæði jødum, kristnum og muslimum. At boða frá, at øll tey heilagu støð í Jerusalem, sum eisini eru heilag fyri palestinar, skulu gerast høvuðsstaður í einum jødiskum stati, er eitt sera víðgongt og provokerandi stig. 

Tað er rættiliga sigandi, at av 156 londum, sum hava diplomatiskt samband við Ísrael, hava einans tvey tikið hetta stigið. USA undir Trump og Guatemala.

Tá Trump gjørdi tað í fjør, elvdi tað til so nógvan harðskap, at tíggjutals fólk doyðu og meira enn 2000 fingu skaða. 

Um føroyska Merkið verður partur av stríðnum, so kann tað sjálvandi hava avleiðingar. At halda nakað annað er ófatiliga naivt.

Frælsishetja
So naivur er landsstýrismaðurin ikki. Hann veit, at tað, hann ger, kann vera vandamikið.

Men tá Jenis svaraði uppá ein spurning um hetta í tinginum í morgun, samanbar hann sína ætlan við stríðið móti Hitler: ”Hvat er hetta fyri holdningur, sum er komin í okkum føroyingar, at ræðast, at krógva okkum? Hvønn minnast vit frá seinna heimsbardaga? Minnast vit tey, sum tosaðu um, at nei nú mugu vit ikki provokera Adolf Hitler? Nú mugu vit vera forsigtig? Nú mugu vit passa uppá okkum? Nei, vit minnast ikki tey!”

Hetta bendir á, at maðurin vil gera seg sjálvan til okkurt slag av søguligari hetju við at koyra Føroyar í bás við Trump – ímóti stórt sæð allari verðini.

Vit skulu ikki ”passa uppá okkum” – nei, vit skulu fara í stríð!

Mann má spyrja, um veruleikafatanin hjá manninum er skeiklað. Tí at lata eina sendistovu upp í Jerusalem kann altso ikki á nakran hátt samanberast við at stríðast móti Hitler.

Vissi Jenis vil seta okkara trygd í vanda, so hann kann síggja seg sjálvan sum frælsishetju, so er altso okkurt heilt galið.

”Seg sjálvan” sigi eg, tí hetta er hansara persónliga mál. At tað er ein ”føroysk fólkasak”, sum hann hevur sagt, er púra skeivt.

Brotið lógina?
Tað kom eisini fram í tinginum í morgun, at Jenis als ikki hevur tosa við uttanlandsnevndina á løgtingi um hetta.

Stýrisskipanarlógin sigur annars, at landsstýrið skal tosa við hesa nevnd ”áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.”

Í politikki er tað ofta so, at orð eru gerðir. At boða frá nøkrum er ofta ein avgerð í sær sjálvum. Jenis ”gjørdi av” at boða umheiminum frá síni ætlan. Tað var ein ”avgerð”. Og tað var ein avgerð, sum, eftir okkara mátistokki, hevði stóran uttanlandspolitiskan týdning. Tað er sjón fyri søgn – tað er ikki ofta, at Føroyar verða umrøddar í nógvum útlendskum miðlum í sambandi við eitt stórt stríð í Miðeystri.

Ein landsstýrismaður í uttanlandsmálum tosar ikki bara vegna seg sjálvan. Hann tosar vegna okkum øll. Og eftir mínum tykki breyt Jenis stýrisskipanarlógina, tá hann kastaði Føroyar út í hendan stormin uttan at hava heimild til tað frá løgtinginum. Og tað átti at fingið avleiðingar fyri mannin.

Bárður ger einki
Tað heilt serliga er, at landsstýrið heldur ikki er kunnað um ætlanina.

Samstundis sum løgmaður upp í saman sigur, at málið ikki er viðgjørt í landsstýrinum, blívur Jenis við at endurtaka hvat hann ætlar – og er enntá so framligur at siga, at tað er løgmaður, sum hevur ein trupulleika í egnum flokki.

Boðini eru ikki at fara skeivur av: Tú kanst siga hvat tú vilt, Bárður – men eg geri, sum eg vil.

Hóast landsstýrismaðurin soleiðis meirakallað gálvar eftir løgmanni, so ger løgmaður einki. Tað er týðuligt, at hann ikki klárar at halda skil á sínum egna landsstýrismanni.

Tað kláraði hann ikki tá Jenis órógvaði samgongusamráðingarnar við at siga við útvarpið, at hjúnarbandslógin skuldi broytast aftur – og hann klárar tað framvegis ikki.

Og hann klárar tað ikki hóast hann veit, at tað ikki kemur nøkur sendistova í Jerusalem. Hóast hann veit, at hetta bara er súmbolpolitikkur. Hóast hann veit, at Jenis í hesum máli bara brúkar sín landsstýrissess til at seta seg sjálvan í fokus.

Vit skulu, tí Danmark sigur neiTað eru eisini fólk á loysingarvonginum, sum vilja brúka hetta til súmbolpolitikk.

Logikkurin er, at av tí, at Danmark ikki vil hetta, so skulu vit gera tað – tí soleiðis kunnu vit markera, at Danmark ikki skal ráða yvir okkum.

Hóast vit einki selja til Ísrael og ongan tørv hava á sendistovuni í Jerusalem, so skulu vit altso kortini brúka milliónir av skattakrónum til at lata hana upp – tí Danmark ikki vil...

Men hesi fólk mugu góðtaka, at vit eru í einum felagsskapi. Flestu føroyingar halda, at hesin felagsskapur hevur við sær fleiri fyrimunir enn vansar, og vilja tí ikki úr honum. Og so leingi vit eru í honum, mugu vit virða nakrar spælireglur. Soleiðis er við øllum felagsskapum. Vit kunnu til dømis ikki uttan um donsku stjórnina taka avgerðir av trygdarpolitiskum slag, sum kunnu seta fólk í vanda.

Vilja vit hava sendistovuna, so kunnu vit fáa hana. Men so má raðfylgjan vera tann rætta: Fyrst loysa vit frá Danmark – og so lata vit sendistovuna upp.

Hevði tað hent, høvdu vit fingið súmbolpolitikk í øðrum potensi.

Men tað hendir ikki. Alt snýr seg um markingar og súmbolismu.

Tað kemur væl við hjá Miðflokkinum, sum kann royna at býta fólk upp í tey, sum eru fyri og ímóti Ísrael – og samanbera seg sjálvan við fólk, sum stríddust móti Hitler.

Tað kemur eisini væl við hjá loysingarvonginum, sum fær eina kærkomna ósemju við Danmark.

Men tað kemur ikki væl við hjá flokkinum, sum situr við landsins ovastu leiðslu.

Hví steðgar hann ikki hesum sjónleikinum?

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo