Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg vart við, at munur verður gjørdur á kynunum, tá eftirlønin verður útgoldin. Mær vitandi er eingin broyting hend, hóast hesin útrokningarháttur virkar sera ótíðarhóskandi. Hetta skrivar Maria V. Hansen, kassameistari á heimasíðuni hjáí Føroya Lærarafelag.

Limir felagsins eru framvegis ójavnt staddir, tá talan er um eftirløn. Hetta kemst m.a. av, at vit í Føroya Lærarafelag hava bæði tænastumannasettar- og sáttmálasettar lærarar. Tænastumenn hava, sum part av sínum starvi, eina eftirløn, sum er eitt ávíst % av endalønini, alt eftir, hvussu leingi teir hava verið í starvi. Tað er eingin munur á, um lærarin er maður ella kvinna, bæði fáa somu eftirløn fyri sama arbeiði, eins og tey bæði eru líka væl tryggjað, meðan tey starvast.

Tað vóru mong ár, har eingin lærari bleiv settur í fast starv, setanin av tænastumonnum helt uppat. Hesir lærarar fingu tó lovað eftirløn, eins og tænastumenn. Tað hevur seinni víst seg, at mátin at rokna útgjaldið er ógreiður. Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið/Mentamálaráðið eru framvegis ikki samd um hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo