Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn fyri árið 2019 var yvir 12% og góða gongdin heldur fram, tó við heldur minni megi, nú fyrstu tveir mánaðirnir eru gjørdir upp.

Higartil hevur vøksturin í 2020 verið 9,6%, svarandi til at 44.113 ferðandi komu og fóru í januar og februar mánaði 2020 í mun til 40.265 sama tíðarskeið í fjør.

Hóast jaligu gongdina er Regin I. Jakobsen, stjóri, tó varin við at verða alt ov bjartskygdur: "útbrotið av covid-19 (Corona-krím) hevur stóra ávirkan á flogvallir og ferðamál aðrastaðni, og hetta fer væntandi eisini at ávirka ferðsluna um okkara leiðir, um umfarssjúkan heldur fram at herja", sigur Regin I. Jakobsen.

“Enn hava vit ikki sæð nakra afturgongd í ferðafólkatalinum, men vit eru vitandi um, at tiltøk, so sum tónleikaframførslur, ítróttartiltøk og handilsstevnur uttanlands í hesum døgum verða avlýst. Tí er neyvan ivi um, at ferðir komandi tíðina fara at verða avlýstar.”

Um hugt verður at tjóðskapinum hjá teimum ferðandi er tað áhugavert at staðfesta, at av teimum farandi ferðafólkunum fyrstu tveir mánaðirnar eru tað 56% sum siga seg hava bústað aðrastaðni enn í Føroyum, meðan 44% eru búsitandi í Føroyum.

Talið broytist tó nógv, um mongdin av føroyingum búsitandi uttanlands verður drigin frá, tí tá er býtið 31% útlendingar og 69% føroyingar, men hetta er ikki óvanligt hesa ársins tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo