Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Koronafarsóttin hevur havt við sær eina ógvusliga niðurgongd í heimsbúskapinum, men hvør hevur ávirkanin verið á okkara høvuðsútflutningsvinnur. Eru trupulleikarnir teir somu, sum vit ímyndaðu okkum og hvørji eru útlitini? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera svaraðir í Løkshøll í Runavík, Mikudagin 7. oktober 2020 kl. 14.

Tá fara granskararnir Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetri Føroya, Magni Laksáfoss, og Unn Laksá frá Sjókovanum at greiða frá úrslitunum av verkætlan við endamálinum at greina avleiðingarnar av koronafarsóttini fyri føroyska fiski og alivinnu og búskaparligu ávirkanina.

Á tiltakinum verður greitt frá royndunum hjá fyritøkunum, og hvussu tær hava tillagað seg. Eisini verða búskaparligu avleiðingarnar lýstar bæði frá einum virkis- og samfelagsbúskaparligum sjónarhorni.

At enda verður hugleitt um hvussu mótstøðuførið í fiski- og alivinnuni og í føroyska búskapinum kann økjast. Aftaná framløguna bjóðar Ocean Cluster Faroes til kaffi og prát. Verkætlanin, sum er eitt samstarv millum nýstovnaða privata granskingarstovnin Sjókovan og Fróðskaparsetur Føroya, er stuðlað av Covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum. Tað er ókeypis at luttaka, men tað er neyðugt at melda til her.

Um Ocean Cluster Faroes
Hetta er fyrsta regluliga tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes. Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felagsavbjóðingar og loysnir. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar.

Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo